Ferðist í Føroyum

TíÐindaskriv

Nú tað stundar móti ljósari tíðum, fara vit aftur undir at skipa fyri ymiskum útferðum í Føroyum. Møguleikarnir eru nógvir at savna saman starvsfólkið, við ella uttan familju, og njóta ein góðan dag saman í føroysku náttúruni. Tað er eisini eitt gott høvi at geva útlendskum gestum eina góða uppliving undir vitjanini á klettunum.
Hjálagt er uppslag yvir útferðir við Norð-lýsinum, og vilja vit fegin biðja tykkum um at heingja tað upp á fyritøku tykkara. Vit senda fegin fleiri eintøk, um tað er ynskiligt.
Kanorógving
Við bussi til Eiðis, har farið verður út á Eiðis vatn við kano. Har eru 8 kanoir, ið kunnu taka upp til 3 fólk, og er tað ein sonn uppliving at royna seg sum kanorógvara. Aftan á »róðurin« verður farið við bussi til Elduvíkar, har ein góður biti verður borðreiddur í Lonini. Eftir eina hugnaløtu venda vit nøsini heimaftur.
Kappróður
Eysturoyar ferðavinna skipar fyri »kappróðri« har bólkar kunnu royna seg í harðari kapping. Tá komið verður á staðið, er frásøgumaður og tekur ímóti. Hesin greiðir frá kappróðri, og hvussu dagurin fer fram. T-shirts og keppar verða útflýggjað og borðreitt verður við kaffi og køkum. Vinnarin av kappróðrinum fær ein føroyskan lut.
Selatrað
Vitja hjá bóndanum á Selatrað. Bussurin koyrir til Oyrar, har bóndin á Selatrað tekur ímóti. Síðan gongur leiðin yvir um fjallið heim til bóndans, har borðreitt verður við góðum føroyskum mati. Hesin túrur kann samskipast við eini vitjan á Snælduni á Strondum. Eisini er møguligt, at fara heim aftur við Norðlýsinum.
Hetta eru bert nøkur dømi um túrar, vit skipa fyri. Eisini verður skipað fyri gongutúrum, bussferðum, siglitúrum, ymiskum aktivitetum, mentanarligum tiltøkum og mongum øðrum.
Føroyar hava nógv at bjóða og bert hugflogið setur mørkini.