Janus Rein verður ikki uttanflokkatingmaður leingi afturat
Tað sigur hann við in.fo í dag.
Hann sigur, at hann hevur gjørt upp við seg sjálvan, at hann skal stilla upp aftur á næsta løgtingsvali, tí hann hevur stóran áhugað fyri politikki.
Hann sigur, at hann hevur trivist væl sum uttanflokkatingmaður, síðani hann fór úr Framsókn, sum hann er valdur inn fyri.
Hann tekur tað ikki so tungt um hann er í samgongu ella í andstøðu, tí hann heldur, at hann hevur megnað at havt ávirkan.
Men hann ásannar, at skal hann hava nakran møguleika í politikki, má hann stilla upp fyri ein flokk.
Tí fer hann skjótt at gera upp við seg sjálvan, hvagar hann skal fara.
Hann ásannar, at val verður í seinasta lagi í 2015.
- Sostatt havi eg ongan skund, leggur hann afturat.
Men mangt kann henda í politikki, sum framskundar eitt val.
- Tað er sjálvandi ein møguleik, og so havi eg ikki so góðar stundir, tí tað nyttar ikki nógv at fara í ein flokk beint uppundir valið, leggur hann afturat.
Hann hevur sæð fyri sær, at heystið gongur, áðrenn hann tekur eina avgerð.
Spurningurin er so, hvønn flokk, hann fer upp í.
- Tað er slett eingin avgerð tikin um tað, staðfestir hann.
Einaferð varð Janus Rein paraður saman við Fólkaflokkinum, men sjálvur veit hann ikki, hvaðani tað stavaði.
- Tað eru onnur, sum hava sett meg í bás, tí tað kom ikki frá mær, tí eingin avgerð er tikin.
Janus Rein kemur úr tí sjálvstýrissinnaða Framsókn og hann dylir heldur ikki fyri, at hann er meiri sjálvstýrissinnaður.
Og hóast hann einki vil siga sjálvur, skal ikki nógv høvuðrokngin til at finna útav, at so eru møguleikarnir avmarkaðir og at fer valið at standa ímillum Fólkaflokkin, Sjálvstýrisflokkin ella Tjóðveldi.