Mest sum øll løgreglan í Føroyum var á Svangaskarði mikukvøldið. Summir teirra enn tá á vøllinum. Tað gav at bíta í Runavík, har satt ferðslukaos var við rundkoyringina. Men tá eingin løgregla var, so máttu fjeppararnir bara sjálvir taka málið í egnar hendur. Og tá hesin landsliðskenningurin fór út at stýra bilunum, gekk aftur sum smurt, soleiðis at tey flestu komu rættstundis til dystin.