Ferðsludeyði og almennur grammleiki

Jústinus Eidesgaard

Í samband við orðaskiftið á tingi um trygdina í ferðsluni og serliga tey ungu í ferðsluni, melir hesin spurningur í mínum høvdi.
? Høvdu færri skaðar verið í ferðsluni, um minni tollur varð lagdur á tryggar bilar?
Bilar sum tey minnu modellini av Audi, VW, Volvo og BMW eru bilar hjá vanliga løntakaranum í Týsklandi. Hesir bilar verða roknaðir sum yvirklassabilar í Føroyum, ikki tí teir eru so fínir, men tí so høgur tollur er á teimum, at teir kosta sum ein luksusbilur. Tað vil siga, at tað eru ikki bilverksmiðjunar sum áseta prísin, men føroyski landskassin
Um minni almennur grammleiki kundi bjarga mannalív í ferðsluni, so kundu løgtingsmenn umhugsað hetta.