Seðlagerð
Hóast tað kanska tykist sum bara eitt lítið motiv av onkrum slag, so liggur nógv arbeiði handan eina nýggja røð av pengaseðlum. Endaliga úrslitið skal jú helst standa eftir í hampuliga nógv ár, og tí er eisini umráðandi, at lidna vøran er bæði snøgg og haldgóð.
Snøgga partinum hevur Zacharias Heinesen staðið fyri. Umframt motiv av fuglum, fiskum og øðrum, so eru føroysku seðlarnir eisini prýddir við akvarellum hjá føroyska listamanninum. Akvarellir, sum í dag eru ogn hjá Tjóðbankanum, saman við einum rúgva av kladdum, sum Zacharias sjálvur tekur til.
Marknaðarføra Føroyar
Á tíðindafundinum hósmorgunin fekk Zacharias eisini stórt rós fyri tað arbeiði, sum hann hevði gjørt í hesum. Og sjálvur tóktist listamaðurin vera sera fegin um vøkru orðini, sum vórðu søgd. Ikki minst tí hann heldur seg hava lagt eitt stórt arbeiði í hetta.
Sjálvur heldur Zacharias, at tað hevur tikið á leið ein mánaða at gera endaligu tekningarnar til hvønn seðilin. Og áðrenn tað yvir høvur kom so langt, skuldi jú eisini gerast av, hvørji motiv skuldu veljast.
- Áðrenn vit byrjaðu, tosaðu vit nógv um, hvat vit ynsktu at fáa fram í seðlarøðini. At byrja við tosaðu vit um at fáa kendar føroyingar avmyndaðar. Partvíst hildu vit tó, at tað kundi gerast ein trupulleiki at finna júst teir røttu persónarnar til hetta, og partvíst hevði hetta kanska eisini verið ov líkt tí, sum vit síggja pengaseðlum aðra staðni í heiminum.
- Tað endaði so við, at vit fluttu okkum yvir á landslagið. Bæði tí vit her finna nógv áhugaverd motiv. Og ikki minst, tí vit við hesum vóna, at hetta kann vera eitt slag av marknaðarføring av Føroyum.
Men hvussu hevur tú so valt ymsu motivini. Var tað nakað, sum tú gjørdi av alt fyri eitt, áðrenn tit byrjaðu upp á røðina?
- Nei, als ikki. Eg havi tvørtur ímóti ferðast nógv kring landið í royndunum at finna júst røttu myndirnar. Tær skulu helst eisini hóska saman við restini av tí, sum er á seðlinum. Eitt nú er mynd av Klaksvík á hundraðkrónu-seðlinum, har ein toskur eisini er á. Og soleiðis hava vit roynt at havt ein samanhang í, sigur hann.
Keypir við góðari samvitsku
Og nú endaliga úrslitið er liðugt, tykist Zacharias at vera væl nøgdur. Í øllum førum helt hann, at hann ikki fór at hava ringa samvitsku, tá hann í framtíðini skal rinda við einum seðli av onkrum slag, tá hann fer til handils
- Jú, eg hað haldi meg vera nøgdan. Eg havi fingið nógv vøkur orð um hetta arbeiði, og tað eri eg fegin um. Og eisini haldi eg tað riggar væl, at vit mest sum alt fyri eitt gjørdu av, at tað skuldi ikki vera ov nógv órógv í myndini við rammum og øðrum dekoratiónum. Tað ger eisini, at myndin traðkar betri fram, haldi eg, segði lítillætni - men kortini fegni - listamaðurin at enda.