Ferðafólkatalið í ár fer at seta met

Vága Floghavn veit nú at siga, at ferðafólkatalið fyri 2016 fer at seta met. Samlaða talið av ferðafólkum sum komu og fóru í 2015 var 276.385 ferðafólk. Frá 1. desember til 25. desember 2016 komu og fóru 14.616 ferðafólk umvegis flogvøllin. Hetta er ein vøkstur á 7,6 % um man samanber við desembur 2015.

 

Samlaða talið av ferðafólkum sum hava ferðast umvegis Vága Floghavn fram til 25. desembur 2016 er 289.316. Hetta er ein samlaður vøkstur uppá 5,8% í mun til somu tíð í 2015.

 

– Tað verður enn einaferð staðfest, at tær íløgurnar sum eru framdar í føroyska flogvinnu seinastu árini, saman við búskaparvøkstrinum, bera ávøkstur til frama fyri føroyska flogvinnu. Vøkstur hevur verið hvørt ár, síðan vøllurin bleiv longdur og fleiri íløgur blivu gjørdar í og við flogvøllin, sigur Jákup Sverri Kass, stjóri í Vága Floghavn.

 

Enn er ov tíðliga at siga akkurát, hvat ferðafólkatalið fyri 2016 verður, men nú er also staðfest at tað verður hægri enn í 2015.

 

– Vit síggja fram ímóti 2017, tá ið føroysk og útlendsk ferðafólk aftur fara at uppliva kapping á føroyskum flogleiðum, og vænta vit, at brúkarin fer at merkja lægri prísir, enn betur tænastu og fleiri møguleikar og fleiri ferðamál. Hetta tilsamans fer helst at merkja, at vøksturin í 2017 verður størri enn tann, sum vit hava havt í 2016, sigur stjórin á Vága Floghavn.