Í dag klokkan 13 verður fundur í Tinganesi, og síðani verður Ferðaráð Føroya, sum nú fer at eita P/F Visit Faroe Islands, skipað sum partafelag.
– Vit hittast her í Tinganesi klokkan 13, og so verða skjølini send til Skráseting Føroya, sigur Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, sum varðar av Ferðaráð Føroya.
Tað er landið, sum eigur allan partapeningin, sum er 500.000 krónur – partabrøvini kunnu ikki seljast ella avhendast á annan hátt.
Endamálið hjá partafelagnum er at samskipa og marknaðarføra Føroyar sum ferðfólkaland til – tess at skapa vøkstur innan føroyska ferðavinnu, sum tað stendur í lógini.
Víðari stendur í lógini, at P/F Visit Faroe Islands røkir sínar uppgávu rí samstarvi við ferðavinnuna í Føroyum.
Nevndin í partafelagnum verður mannað við sjey limum, sum umboða Ferðavinnufelagið, ferðaflutningsfeløg, kommunurnar og mentanina/ítróttin. Nevndin skal verða sett saman av lyklapersónum innan ymsu økini, og nevndin skal samlað teir fakligu førleikar, sum skulu til fyri at røkka endamálinum.
Nevndarformaðurin verður valdur á aðalfundinum, meðan hinir nevndarlimirnir verða valdir soleiðis:
1) Eitt umboð fyri Ferðavinnufelagið, umboðandi ferðavinnuna í Føroyum, herundir gistingarhús, matstovuvinnu, ferðasmiðir v.m.
2) Tvey umboð fyri ferðaflutningsfyritøkur
3) Eitt umboð frá Tórshavnar Kommunu
4) Eitt umboð fyri kommunurnar uttan fyri Tórshavnar kommunu
5) Eitt umboð fyri mentanina ella ítróttin
6) Eitt umboð fyri landsstýrismannin
Nevndin setur stjóra, men áðrenn hann verður settur, skal landsstýrismaðurin verða kunnaður. Hann skal eisini góðkenna starvsskipan fyri nevnd og stjórn felagsins, eins og landsstýrismaðurin góðkennir starvsskipan fyri nevnd og stjórn felagsins, eins og landsstýrismaðurin skal góðkenna samsýningina til nevnd og lønina til stjórn felagsins.
Visit Faroe Islands fær stuðul á fíggjarløgtingslógini, men virksemi kann eisini vera fíggjað við inntøkum frá ferðavinnuni í sambandi við marknaðarátøk, sum P/F Visit Faroe Islands skipar fyri.
Johan Dahl sigur, at tillagingar verða gjørdar í nevndini, nú ferðaráðið verður partafelag, men formaðurin í Ferðaráð Føroya, Johannes Jensen, stjóri á Hotel Føroyum, heldur fram sum formaður í nýggja partafelagnum, P/F Visit Faroe Islands.