Ferjulegan má ruddast

Tað er ikki heilt vandaleyst at ferðast við Ternuni I um ferjuleguna á Toftum. Tung ferðsla og nógv órudd er á økinum, har ferðafólkini ganga

Toftir:Viðurskiftini á ferjuleguni á Toftum eru langt frá tí, krevjast kann av einum staði, har nógv fólk ferðast dagliga. Nógv tung ferðsla til og frá Fiskamarknaðinum, og nógv órudd á bryggjuni, sum ferðafólkini ganga og dreiva uppií.

Klokkkan er tíggju minuttir í fimm seinnapartin ein vanliga hósdag á Toftakei.

Tað liggur ein trolbátur og bøtir trol við skráan við ferjuleguna á Toftum. Teir hava drigið trolið niðan eftir skráanum og lagt tað inn eftir bryggjuni.

Tað er júst, sum tað vanliga verður gjørt, bara við tí undantaki, at um lítla løtu kemur strandfaraskipið Ternan I at seta fólk av júst her. Og so skulu øll tey fólkini ganga niðan gjøgnum hetta økið fyri at sleppa í bussarnar, sum standa langt uppi móti vegnum, tí teir ikki sleppa heilt oman.

Ternan I kemur undan grótkastinum og ger eitt floyt, so teir, sum bøta, vita av, at nú skulu teir flyta. Teir skunda sær at loysa bátin og leggja hann framman fyri Fiskamarknaðinum.

Ternan I leggur at, og lúkan fer niður. Fólk skunda sær í land, men noyðast at »krússa« millum trolnet, grunnlínur, bobbensar og harraleysar handskar, sum liggja á økinum framman fyri ferjuleguni.

Ein stórur lastbilur við viðfestivogni fer frá Fiskamarknaðinum. Hann er á veg til Havnar, haðani innihaldið, sum er ísfiskur, skal avskipast til Englands. Ein truckur koyrir aftur og fram við plattum og køssum. Øllum hesum skulu ferðafólkini frá Ternuni I ansa eftir, meðan tey ganga niðan til bussin.

Bussførararnir eru ikki tryggir, sum støðan er. Teir vilja fegnir vita, hvør hevur ábyrgdina, um eitthvørt óhapp hendir. Eru tað teir, sum sleppa fólki úr bussinum. Er tað skiparin á Ternuni I. Strandferðslan ella Nes Kommuna, sum eigur økið, ferjulegan er á?

Av Arbeiðseftirlitinum verður sagt, at tey eru ikki heilt greið yvir, hvar slík ábyrgd skal leggjast, og vilja tí ikki siga nakað nágreiniligt um málið.

Men ferðafólkaleiðarin á Strandfaraskipum Landsins er ikki í iva.

»Eigarin av lendinum hevur fulla ábyrgd.«

Tað vil siga, at so er tað Nes Kommuna, sum skal syrgja fyri, at tað er trygt hjá ferðafólki at ferðast eftir økinum, har ferjulegan liggur.

Kommunuskrivarin hjá Nes Kommunu, Alfred Olsen, sigur, at tey er greið yvir støðuna og royna at hjálpa upp á hana.

Tey skilja væl báðar partar, sigur hann. Trolbátarnir brúka økið, tí tað er so lætt at draga trolið upp eftir skráanum. Og ferðafókini hava ampa av óruddinum.

Nes Kommuna arbeiðir við at loysa málið soleiðis, at trolbøtingin verður flutt inn í Oyrar, har gamla turkihúsið var. Har skal byggjast høll, so teir fáa verið undir taki, tá arbeitt verður, sigur Alfred Olsen.

Men alt er ein spurningur um prioritering. Eisini ein slík høll. Og enn er hon so ikki komin, sigur Alfred Olsen, kommunuskrivari hjá Nes Kommunu.