Fernando Torres skoraði tvey mál, tá Chelsea í kvøld vann 3-1 á Rubin Kazan í Europa League. Gareth Bale bleiv skaddur í 2-2 javnleiki á heimavølli móti FC Basel.
Fyrru fjórðingsfinalurnar í Europa League hava verið í kvøld. Ferando Torres, sum spældi í masku fyri at verja nøsina, skoraði tvey mál. Hann legði Chelsea á odda og staðfesti sigurin í seinna hálvleiki. Hitt málið hjá Chelsea skoraði Victor Moses.
Í bretsku fjølmiðlunum hava tey huga at spyrja í skemti, um tað veruliga er Fernando Torres, sum er handa maskun, nú hann skoraði tvey mál.
Tottenham, sum eins og Chelsea var á heimvølli, fekk bara javnleik móti sveisiska FC Basel. Úrslitið gjørdist 2-2, eftir at FC Basel var á odda 2-0 eitt skifti í fyrra hálvleiki. Tað kom illa við hjá Tottenham, tá Gareth Bale traðkaði skeift og beklaði illa.
Triðja enska liðið í Europa League er Newcastle. Teir vóru á vitjan hjá Benfica í Portugal. Papiss Cisse legði Newcastle á odda, men við tveimum verjuvillum kom Benfica á odda og vann 3-1. Fenerbahce vann 2-0 á heimvølli móti Lazio.
Europa League 1/4 finalur:
Tottenham FC Basel 2-2
Chelsea Rubin Kazan 3-1
Fenerbahce Lazio 2-0
Benfica Newcastle 3-1