Handil
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Í dag klokkan 13 lat nýggjur handil upp í Dr. Jacobsensgøtu, yvir av Føroya Keypssamtøku í miðbýnum í Havn.
Tað er Jens Eli Ellefsen, ið letur henda handilin upp. Hann er kendur maður innan fiskivinnu, og hevur brúkt mestsum alt sítt lív í vinnuni. Eisini hevur hann givið út eina fløgu, og nú leggur hann aftur til brots við nýggja handilinum, ið fær navnið Fiskakjallarin.
Sum navnið eisini avdúkar, er talan um ein fiskahandil, og er talan um eitt stórt úrval av feskum og frystum úr Havinum.
- Vit hava avtalur við útróðrarbátar, so tað er heilt víst, at tað er feskur fiskur vit fáa. Tá tú keypir á uppboðssølunu, so kann 10 til 12 daga gamal fiskur liggja millum 2 til 3 daga gamla fiskin, og tí hava vit heldur valt at fáa frá útróðrabátum, sigur Jens Eli Ellefsen.
Millum vørurnar er alt frá vanligum feskum toska- og hýsuflaki, til gulllaksafars, hummara og fyrstafloks línukalva.
- Tað eru út við 30 sløg at velja millum, greiðir Jens Eli Ellefsen frá.