Landsstýrið er enn ikki til reiðar til at boða frá, um vit kunnu fara til tónleikafestivalar og størri tiltøk í summar. Tað er greitt aftaná tíðindafundin, sum júst er liðugur.
– Vit halda okkum aftur við at koma við endaligum boðum um, hvussu tað verður við tónleikafestivalum í summar, segði Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.
– Í landsstýrinum eru vit fullgreið yvir, at hvussu nógv fólk eiga at koma saman, verður avgerandi fyri, hvussu tað verður við festivalum. Í løtuni er tað 500 fólk, segði hann.
Um hetta talið verður økt ella ikki, veldst um, hvussu tað gongur við koppseting og smittutalinum. Tí ber illa til at geva greið boð longu nú.
– Tá vit nærkast 1. juli vóni og vænti eg, at nógv fleiri fólk kunnu koma saman, segði løgmaður og vísti á, at vit øll vilja hava eitt hendigaríkari summar í ár í mun til í fjør.
– Tað verður ein kunning um hetta um nakrar vikur, segði Bárður á Steig Nielsen.