Fyri at kunna halda G! festivalin nú næsta vikuskiftið, hava fyrireikararnir nú funnið upp á eina heldur øðrvísi loysn, og so allir festivalgestir og tónleikarar kunnu føla seg tryggar.
Hendan loysnin snýr seg í stuttum um, at mann fer at testa øll, sum skulu inn á festivalin. So fær mann eitt armband á, og um tað vísir seg, at mann er hevur koronu, ja so verður armbandið óvirkjað.
Fyrireikararnir hava verið í tøttum samstarvi við koronuráðgevingina.
Sigvør Laksá, stjóri á G! Festivalinum, greiddi í tíðindunum á FM1 frá ætlanunum um hetta. Hoyr samrøðuna við at trýsta á pílin undir myndini.