Summar Festivalurin í ár er størri enn nakrantíð og longu hóskvøldið vóru yvir 7.000 fólk savnaði á Vágbøi at lurta eftir bretska bólkinum, Smokie. Stórsti føroyski festivalurin er ikki bara eitt stórt mentanartiltak, men eisini eitt vinnuligt átak.
Sum øllum kunnugt fór hin stóri festivalurin í Føroyum, G! Festivalurin av knóranum, tí hóast stóra undirtøku og spennandi nøvn, hekk festivalurin ikki fíggjarliga saman.
Summar Festivalurin hevur júst handað inn roknskap, og hesin vísir eitt yvirskot. Men roknskapurin avdúkar einki um, hvussu partafelagið handan Summar Festivalin fær inntøkur og útreiðslur at ganga upp, tí roknskapurin vísir bara bruttoúrslitið.
Summar Festivalurin varð í 2006 gjørt til eitt smápartafelag, og fyrsti roknskapurin hjá felagnum varð innlatin 31. Juli í ár. Sosialurin hevur fingið innlit í roknskapin frá Skráseting Føroya.
Lítið sigandi tøl
Blaðstjórin á Norðlýsinum, Olivur Joensen, hugleiddi í Degi og Viku, hóskvøldið um tann búskaparliga týdning, sum Summar Festivalurin hevur fyri Klaksvík og Norðoyggjar.
Hann gitti, at festivalurin hevur ein umsetning sum liggur um átta – tíggju milliónir, og festivalurin kastar einar 40-50 milliónir av sær til lokalsamfelagið. Tølini fyri samlaða umsetningin hjá Summar Festivalinum eru ikki almenn, heldur ikki í roknskapinum sum smápartafelagið, Summar Festivalurin, júst hevur latið inn.
Við heimild í ársroknskaparlógini paragraf 25,2 verður bert bruttoúrslitið víst í roknskapinum. Henda paragraffin sigur, at um mett verður at tað er til ampa fyri fyriøkuna at kappingarneytar fáa innlit í tølini áðrenn bruttoúrslitið, kunnu hesi haldast loynilig.
Og hetta hevur Summar Festivalurin gagnnýtt, og roknskapurin sigur tí einki um umsetningin og broytiliga kostnaðan.
Ein hálv millión
Bruttoúrslitið hjá Summar Festivalinum er 693.500 krónur ella eitt sindur omanfyri eina hálva millión.
Roknskapurin vísir, at Summar Festivalurin einans hevur eitt lønt starvsfólk og fyri alt tíðarskeiðið, sum umfatar 18 mánaðar og tað vil siga tveir festivalar, fekk viðkomandi 186.247 krónur í løn. Hvørki stjórn ella nevnd fekk samband roknskapinum nakra løn.
Men hesi tøl vísa sum sagt bara ein lítlan part av øllum sannleikanum. Útreiðslurnar, sum kunnu dragast frá áðrenn bruttoúrslitið, kunnu eisini umfata lønir, og tí sigur einsamalla lønarútreiðslan í roknskapinum einki um, hvussu nógv fólk fáa løn frá Summar Festivalinum, og hvussu nógva løn tey fáa.
Stabil fyritøka
Ársúrslitið fyri 2006/2007 var 336.078, sum varð flutt til í ár. Upprunaligi partapeningurin á 100.000 er tí í dag 436.078 krónur. Ognaruppgerðin vísur at likviditeturin, ella tøki peningurin, um árskiftið 2006-2007 var um eina hálva millión. Hetta er helvtin av samlaðu ognini.
Roknskaparkøn fólk siga við Sosialin, at hetta kann síggjast sum tekin um eina varna fyritøku, sum ikki bindur peningin í spekulatión. Og tað at fyritøkan velur at flyta yvirskotið til komandið árið er eisini tekin um eina fyritøku, sum ger íløgur í sína egnu framtíð. Her skal tó takast fyrivarni fyri, at vit ikki vita, hvussu stórur samlaða umsetningurin er, og hvat broytiligu umkostningarnir eru brúktir til.
Yvirskot stóran týdning
Steintór Rasmussen, stjóri, ynskir ikki at gera viðmerkingar til metingarnar hjá Olivur Joensen, blaðstjóra, um samlaða umsetningin hjá festivalinum.
- Hatta eru nokk bara git frá hansara síðu, og tað er ringt at meta um, hvønn búskaparligan týdning festivalurin hevur fyri økið. Fyri okkum hevur tað stórsta týdning, at festivalurin ber seg, sigur hann.
- Vit eru ikki øðrvísi enn aðrar vinnufyritøkur, og hava vit ikki yvirskot og likviditet fáa vit ikki arbeitt. Yvirskotið og tøki peningurin gevur okkum arbeiðsfrið og skapar álit hjá kreditorum, staðfestir Steintór Rasmussen, sum fyrr í vikuni undirskrivaði nýggjan samstarvssáttmála við Norðoya Sparikassa.
Annars hevur Steintór Rasmussen ikki hug at gera stórvegis viðmerkingar til almenna roknskapin. Nú er festivalurin í gongd og stjórin vil í løtuni heldur tosa um tónleik enn pengar.