FH misti sigurin ímóti dystarenda

Gunnar Nielsen og liðfelagarnir høvdu sigurin og oddasessin í pottinum, men tað glapp

Gunnar Nielsen vardi málið hjá FH, tá hann saman við liðfeløgum sínum vitjaði sítt gamla felag, Stjarnuna í oddauppgerðini í íslendsku pepsideildini á Samsung-leikvøllinum. 

 

Emil Pálsson legði FH á odda í 39. minutti, og leingi var FH á sigurskós, men tá fýra minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini glapp sigurin hafnfirðingum úr hondum. Hilmar Árni Halldórsson javnaði fyri Stjarnuna, og syrgdi fyri, at Stjarnan varðveitti oddasessin í pepsideildini. Aftaná fimm umfør er Stjarnan á odda við 11 stigum, FH hevur 10 stig.

 

Sambært dystarfrásøgnini hjá Morgunblaðnum hevði FH væl meiri av málmøguleikum enn Stjarnan. Boð vóru tó eftir Gunnari Nielsen, sum vardi væl, men Gunnar hevði ongan møguleika at taka væl plasseraða skotið hjá Hilmari Árna Haldórssyni.

 

Komandi mánakvøld er aftur oddauppgerð á skránni hjá FH á Kaplakrika leikvøllinum í Hafnarfirði. Tá taka Gunnar Nielsen og liðfelagarnir ímóti Ólafsvík, sum er nummar trý við 10 stigum, sum er sama stigatal, sum FH hevur. 

 

Íslendingar leggja ikki sína landskapping stilla meðan EM-endaspælið er, og teirra landslið skal stríðast at vinna landinum heiður í EM-endaspælinum í Fraklandi. Ìslendingar hava so nógvar góðar spælarar, sum spæla uttanlands, at tað er als ikki neyðugt hjá íslendingum at leggja landskappingina stilla meðan EM-endaspælið fer fram. Í Íslandi gagnnýta teir ljósu og lýggju tíðina til at spæla fótbólt, og har er t.d. ikki nøkur summarferia.