Fiat 500 og Mitsubishi Lancer

Í sendingini Bylgjan hjá Kringvarpinum hesa vikuna vórðu tveir bilar ummældir: Fiat 500 Sport og Mitsubishi Lancer. Báðir tveir spildurnýggir bilar, annar ein retro minibilur og hin sedan í miðalklassanum

Bilarnir sum vórðu ummældir í sendingini Bylgjan hjá Kringvarpinum mikudagin 12. mars vóru Fiat 500 Sport við 1,4 litra bensinmotori við 100 hk og Mitsubishi Lancer 1,8 litra bensinmotori og 144 hk.


Mitsubishi Lancer


Fyrri bilurin, sum varð royndarkoyrdur, var spildurnýggi Mitsubishi Lancer, sum er ein sportligur sedan við 1,8 litra bensinmotori og 144 hk. Fyrstu Mitsubishi Lancer komu á føroyska marknaðin fyri umleið 30 árum síðan.


Nýggi Lancer hevur sermerkt design í nýggjasta stílinum hjá Mitsubishi og er ein sportligur sedan við góðum og tryggum koyrieginleikum, eins og nógvum innbygdum trygdarskipanum. Stílurin í kabinuni er einfaldur og smartur við t.d. alulook panelum á instrumentborðinum.


Talan er um ein bil sum avgjørt er kappingarførur í prísi og dygd. Viðførisrúmið 377 litrar. Lancer fæst eisini sum rallybilurin EVO X við 280 hk motori og sum 2,0 litra diesel við 140 hk. Bilurin sum var royndarkoyrdur kostaði 232.000 krónur.


Mistubishi Lancer kann síggjast og roynast á bilasøluni Ivan Johansen Bilar við Hoyvíksvegin. Prisirnir byrja við 228.000,-


Fiat 500 Sport


Seinni bilurin sum varð royndarkoyrdur var Fiat 500 við1,4 litra við bensinmotori og 100 hk. Fiat 500 er ein nýggjur minibilur, sum er gjørdur við Fiat 500 frá 1957 sum fyrimynd.


Bæði uttan og innan líkist Fiat 500 originalmodellinum frá 1957 við setrum og instrumentborði í modernaðum retrostýli. Girstongin situr væl fyri, og bilurin er lættur at koyra og at umgangast í aðrar mátar.


Fiat 500 fæst við tveimum bensinmotorum: 1,2 litra við 69 hk og 1,4 litra við 100 hk og einum 1,2 litra dieselmotori við 75 hk. Allir motorarnir eru økonomiskir og umhvørvisvinarligir.


Fiat 500 fekk fimm stjørnur og fult stigatal í EuroNCAP krasjtestunum, sum er flott fyri ein bil í miniklassanum. Viðførisrúmið er einans 185 litrar, men við baksetrunum niðri verður tað 550 litrar.


Fiat 500 kann síggjast og roynast hjá Nordcar í Smiðjugerði. Bilurin sum varð royndarkoyrdur kostar kr. 178.000 + metallakk (kr. 3.500,-). Prísirnir byrja annars við 145.000 krónum.



mg