FIFA-forsetin vil flyta afrikanska meistaraskapið

Tað hevur fingið ilt í fleiri venjarar hjá evropeiskum feløgum at skula verða sínar afrikonsku leikarar fyri uttan í 4-5 vikur, orsaka av afrikanska meistaraskapinum, sum verður hildið annað hvørt ár í januar og februar mánað. Sepp Blatter hevur nú eisini verið úti og sagt, at afrikanska meistaraskapið eigur at verða leikt í juni og juli. Blatter vil heldur ikki hava, at afrikanska meistaraskapið verður hildið sama ár, sum HM í fótbólti. ?Afrikonsku leikarnir eru útlúgvaðir, um teir skulu leika við í afrikanska meistaraskapinum, í sínum feløgum, og so at enda í HM? sigur Blatter. Blatter talar eisini fyri, at afrikanska meistaraskapið verður hildið fjórða hvørt ár. Í 2011, 2015, 2019 o.s.fr. Forsetin fyri afrikonsku fótbóltssamgonguna, CAF, sum eitur Issa Hayatou sigur, at ?tað hevði verið endin fyri afrikanskan fótbólt, um afrikanska meistaraskapið skuldi verið leikt í juni og juli.? Hayatou leggur aftrat, at tað snøgt sagt ikki letur seg gera at halda eitt afrikanskt meistaraskap í juni og juli. Hayatou er tó jaligur tá tað kemur til hugskotið hjá Blatter, um ikki at halda afrikanska meistaraskapið somu ár, sum HM í fótbólti verður hildið.