Maðurin, sum nú situr fongslaður í Grønlandi, tí japanar vilja hava hann útflýggjaðan til rættarsókn, Paul Watson, var fyri fyrstu ferð í Føroyum í augst í 1985.
Hann hevur ongantíð verið á landi í Føroyum, men fleiri ferðir verið í Nólsoyarfirði – fyrstu ferð í august í 1985.
Vitjanin hjá honum í 1985 gekk friðarliga fyri seg. Men tað gjørdi hon sanniliga ikki, tá hann vitjaði árið eftir. Tað endaði við, at narkir av manning hansara vórðu handtiknir í eini dramatiskar handtøku við Bursatanga í Havn. Tveir mans í einum gummibáti vóru handtiknir, tá ið annar gummibátur frá skipinum Sea Shepherd kom inn um Bursatanga í Havn fyri at taka bátin, sum løgreglan hevði lagt hald á.
Tað endaði við at løgreglumaðurin Bergleif Brimvík ikki gjørdi matari enn at leypa niður í siglandi bátin fyri at handtaka menninar, sum bakbundnir í hornjørnum vórðu førdir av Bursatanga í politibili – og seinni vístir av landinum.
Greinin niðanfyri stóð í Sosialinum fríggjadagin 14. juli 2023
##med2##
1985: Watson ein løgin stavnur – segði seg vera vinmann við ein hval – sum skrivaði eina bók
Vinur hansara var ein bóghvítuhvalur, sum hann plagdi at svimja saman við
Eirikur Lindenskov
Dagurin er 22. august í 1985. Uppi í Hoydølum sita vit, ein studentaflokkur 3. G, í samfelagstíma hjá Zakariasi Wang. Næmingarnir tosa um hetta skipið, sum liggur út fyri Boðanesgjógv, mannað við fólkum, sum eru komin til Føroya at steðga grindadrápi – og sum hevur ligið í firðinum í nakrar dagar, uttan at fólkini hava verið í landi.
Eingin hevði hoyrt um hendan mannin, nevndur Paul Watson, ella um felagsskap hansara, Sea Shepherd, áður. Onkur hevði frætt, at hesin 34 ára gamli maðurin var ein fyrrverandi limur í Greenpeace, sum var tveittur úr umhvørvisfelagsskapinum fyri harðligu framferð sína.
Næmingarnir í Hoydølum erta læraran, um teir ikki skulu fara í fjørðin og leggja at borði at vita, hvat hetta eru fyri fólk.
Ein næmingur í flokkinum, Gunnar Djurhuus, sigur seg hava atgongd til bátin hjá advokatvirkinum hjá pápanum, og báturin æt einki minni enn »Advokaturin«, og at einki problem er at fara í fjørðin.
##med3##
Zakaris Wang letur sær lynda og fer við. Siglt verður av Vestaruvág við Advokatinum, sum var eitt frambygt áttamannafar úr Kaldbak, út um molan og nakað niðan í Nólsoyarfjørð, har skipið Sea Shepherd liggur. Skipið er ein gamal trolari, myrkur á liti við ljósari brúgv.
Skiparin kemur sjálvur út til lúnningina og bjóðar okkum vælkomin umborð. Vit verða boðin niður í kabússina, har vit fáa ein temunn.
Felagsskapurin hjá Paul Watson í 1985 eitur Sea Shepherd Conservation Society, og endamálið er at verja øll heimsins súgdjór í havinum, segði hann.
Fleiri onnur fólk eru við, men vit kenna ongan. Skiparin er Paul Watson, sum vit heldur ikki kendu, men sum vit síðani eru komin at kenna so væl, men sum vit ongantíð høvdu hvørki hoyrt um ella sæð áður.
Skiparin fortelur okkum, at hetta eru kend fólk úr Amerika, fleiri teirra eru kendir sjónleikarar, sum vit kortini ikki kenna.
Og meðan vit eru umborð, uppi á brúnni, tosar skiparin í skipstelefonini, tá er tað onkran í Hollywood, hann tosar við at greiða frá, at tey eru komin til Føroya, har ørindini eru at steðga grindadrápi, fortaldi hann.
Tað sum var heldur sermerkt við Paul Watson – hann kallaði seg jú umhvørvisstríðsmann – var at hann var í kópaskinsstilvum, sum vit ikki rættiliga fingu at passa til lívsstílin sum umhvørvisstríðsmaður.
Sum vit sita og práta í kabússini, so fortelur Paul Watson, at hann er vanur at svimja millum hvalir. Hann hevur ein serligan vin, sum er ein bóghvítuhvalur, og at teir plaga at svimja saman. Hann plagar at leggja armin inn í kjaftin á bóghvítuhvalinum, sum ikki kundi funnið uppá at gjørt honum mein. Og tá vit síggja heldur undrandi út, so leggur hann afturat, at hesin hvalur er í ferð við at skriva eina bók...
Tá mundu flestu okkara staðfesta, hesin maðurin hevði fleiri skrúvur leysar í heysinum.
Fekk íblástur á hvalaveiðufundi í London
Paul Watson hevði fyri kortum verið á hvalaveiðifundi í Bretlandi, har grindráp hevði verið á skránni. Tað sum hann upplivdi har, fekk hann at fara til Føroyar at steðga grindadrápi. Ørindini eru stutt og greitt at steðga grindadrápi. Hann er ikki bangin fyri, at hann og fólk hansara kundi verið handtikin, tí so høvdu tey farið eitt stig víðari, sum var at boykotta fyrst føroyskar vørur og síðani danskar. Hann segði eisini, at tey ikki tordu at fara í land í Føroyum, tí tey høvdu hoyrt um onnur umhvørvisfólk, sum høvdu verið her, og sum vórðu álopin av illum føroyingum, og at herverk varð framt á bátar teirra.
##med4##
Tim Culbertson segði seg koma úr Hollywood
Hóast tað var Paul Watson skipari, sum førdi orðið umborð, so hittu vit eisini onnur fólk.
Undirritaði kom í prát við ein mann, sum segði seg vera kendan sjónleikara úr Hollywood. Hann hevði tá fyri kortum spælt við løgreglurøðini Hill Street, sum vit høvdu sæð í Føroyum, og fleiri øðrum kendum røðum og spurdi, um eg ikki kendist við hann. Tað gjørdi eg ikki. Tá eg klatraði um lúnningina niður í »Advokatin« aftur, kom hesin sami Tim Culbertson aftur og gav mær eina plakat við mynd av sær á. Av onkrari orsøk havi eg goymt hesa myndina, og nú 38 ár seinni setti eg meg at googla mannin, nú síggi eg, at hann hevur spælt við Hill Street og fleiri øðrum filmum. Hevur spælt onkran filmin saman við Chuck Norris, Nick Nolte og øðrum kendum sjónleikarum.
Hann hevur eisini spælt við einum parti av Dynasty, betur kent hjá okkum sum Dollars«.
Hann hevur verið stuntmaður, og verið við sum model í nógvum lýsingum.
Løgreglan ringdi til Zakarias
Hóast hvørki vit næmingar ella Zakarias Wang høvdu nakað ánilsi av, hvør hesin maðurin var, sum vit vitjaðu hendan hósdagin í august í 1985 í Nólsoyarfirði, so fall tað ikki í góða jørð hjá løgregluni, at ein studentaskúlalærari fór umborð á skipið við skúlanæmingum.
Løgreglan ringdi til Zakarias Wang og ávaraði hann um, at slíkt mátti hann ikki finna uppá. Tí maðurin var sera vandamikil.
– Suni Vinther ringdi til mín og spurdi, um eg visti, at maðurin var kriminellur, og at man ikki kundi vita, hvat hann kundi finna uppá, sigur Zakarias Wang, nú hann verður spurdur um hendingina 38 ár seinni.
Men tað legði Zakarias Wang ikki so nógv í.
– Vildi løgreglan steðga okkum, so skuldu hon gera tað offisielt, sigur Zakarias Wang, men tað vildi løgreglan tó ikki, og hvørki Zakarias Wang ella Føroya Studentaskúli hoyrdu meira um málið frá løgregluni.
Men málið kom kortini upp á hægsta politiska stig, tí tvey teirra, sum vóru við hendan túrin, vóru Anna Dam, dóttir Atla Dam, løgmann, og versonurin Gunnar Djurhuus. Tá tey fór heim til Sólvu á Atla Dam at eta døgurða hendan dagin, og greiddu frá, hvar tey høvdu verið, øtaðist Atli Dam. Hetta dámdi honum sera lítið, og vit halda okkum ørminnast, at onkur almenn boð komu um, at fólk ikki máttu fara umborð á hetta óunniliga skipið.
Tað hendi ikki meira við »Sea Shepherd«, sum í 1985 var báturin hjá Paul Watson. Tað var onkur samrøða í útvaprinum, og Sosialurin vitjaði eisini umborð, har Jan Müller, blaðstjóri, hevði samrøðu við Paul Watson.
Men árið eftir kom hann aftur við sama báti, »Sea Shepherd«. Nú var báturin málaður gráur við eyðendu rípunum á síðunum, sum skipini hjá Greenpeace eisini høvdu. Í 1985 var hann svartur og hvítur sum ein hvør annar trolari. Í juni mánaði í 1986 var tiltikna rokið við Bursatanga í Havn, har Bergleif Brimvík leyp niður í bátin at handtaka menninar, sum tá vóru komnir við gummibáti av Sea Shepherd at bjarga hinum gummibátinum, sum løgreglan tá longu hevði tikið.
Showið hjá Paul Watson hevur nú koyrt í nógv ár. Tað loysir seg uttan iva hjá honum at stríðast fyri sínari søk, tí onkur fíggjar hann. Hetta er hansara lívsstílur – og eftir øllum at døma roynir hann nú aftur at tjena pengar við at brúka Føroyar sum leiktjald. Kanska tað eydnast, ella kanska tað eru krampatrekningar, nú hasara egni felagsskapur hevur tveitt hann á dyr.
Hóast endamál hasara ljóðar so vakurt, so er tað ikki serliga reiðiligt at føra seg fram við lygnum og ósannindum – bara fyri at fáa góðvarnar ov ríkar sjónleikarar og tónleikarar at fíggja sín egna lívsstíl.
Nú fáa vit so at síggja, hvussu leikur fer – og hvussu leingi hann orkar at halda á.
Hjálpt undirritaða at uppfríska minnið um hendan minniliga túrin fyri 38 árum síðani hava Zakarias Wang, fyrrverandi lærari í Hoydølum, og flokfelagarnir Gunnar Djurhuus og Jákup Símun Simonsen.
----
Síðani hesa grein, sum varð skrivað í fjør, er Paul Watson aftur komin í brennidepilin, eftir at hann varð handtikin í Grønlandi 21. juli. Og hóast hann ikki er so nógv í metum í Føroyum so hevur hann góðar stuðlar úti í heimi, har eitt nú franski forsetin, Emmanuel Macron, hevur gingið á odda fyri at fáa Danmark at lata Paul Watson leysan.
Kanska ikki sørt ófrættakent, at ein maður sum Emmanuel Macron, forseti í einum av størstu fólkaræðisligu londum í Evropa, heldur, at Paul Watson skal at sleppa at hevja seg sjálvan yvir lógina fyri eina søk, sum hann heldur vera rætta – men onnur halda verða skeiva og ólógliga.
Tað verður danski løgmálaráðharrin, Peter Hummelgaard, sum skal taka støðu til lagnuna hjá Paul Watson.
Við Kringvarpið í gjárkvøldið segði hann, at embætisfólk hansara arbeiða við at finna út av, um grundarlag er fyri at útflýggja hann til Japan ella ikki. Hann vísti á altjóða handtøkuboðini, sum løgreglan í Grølandi hevur eftirlíkað. Nú er ein tilgongd, at har Japan alment hevur biðið um at fáa mannin útflýggjaðan, sum tey í løgmálaráðnum nú eru í ferð við at kanna.
– Er grundarelag fyri at útflýggja hann, so er tað upp til løgregluna í Grønlandi at gera av, um treytirnar fyri útflýggjan eru loknar.
– Tað týdningarmesta hjá mær at siga er, at hetta málið, um tað fellir hendanvegin ella handavegin, at tað verður viðgjørt í eini sakligari løgfrøðisligari tilgongd.
Varðhaldsfongsligin er til 5. september, og danski løgmálaráðharrin væntar, at ein avgerð er tikin fyri ta tíð.
– Tað verður ein saklig, løgfrøðislig viðgerð av, um treytirnar í útflýggingarlógini eru uppfyltar, segði Peter Hummelgaard við Kringvarpið.
Hann segði, at tað snýr seg um treytir um vavið av brotsgerðunum, eisini formligar treytir í mun til hvat tað er, ið Japan formliga vil við útflýggjanini, nakrar firningarreglar og so víðari, sum løgfrøðingar í løgmálaráðnum í Danmark eru í ferð við at kanna. Har verður millum annað kannað, um málið kann afturvístast frammanundan. Verður tað ikki tað, so verður málið sent aftur til løgregluna í Grønlandi til viðgerðar, segði Peter Hummelgaard við Kringvarpið í gjár.