Fíggingin ein stór avbjóðing

- Fíggingin er ein stór avbjóðing, tá hetta er ein ógvuliga stór verkætlan í mun til støddina á samfelagnum, sigur Teitur Samuelsen.

Báður Nielsen, Jónleif Johannesen, Páll á Reynatúgvu, Brandur Sandoy, Gerhard Lognberg og Teitur Samuelsen.

- Nú rentan er so lág, eiga vit ikki at liggja sjóvarfallið av okkum. Fíggjarkreppur kunnu stinga seg upp aftur, og slíkt kann gera, at íleggjarar trekkja seg. Tí er tað so ógvuliga týdningarmikið, at vit koyra á nú.

Tað segði Teitur Samuelsen, stjóri í P/F Eysturoyartunlinum og Sandoyartunlinum, á kunningarfundi í Skopun herfyri, har eini 50-60 fólk lýddu á. Umframt fundarluttakarar kring um úr Sandoynni, vóru eisini borgarstjórar í Sandoynni við, og her vóru umboð fyri politiskar flokkar á tingi.

Tað var Teitur Samuelsen, sum hevði orðið fyri partafelagið aftan fyri tunnilsverkætlanina, og tá spurningar vórðu settir úr salinum, var tað eisini hann sum svaraði. Hann segði, at felagið aftan fyri tunnilsbyggingarnar er ógvuliga fokuserað upp á at fylgja lógini um tunnilsverkætlanina - og at fremja ætlanina sambært henni.

- Tað er ógvuliga týdningarmikið fyri okkum at halda fast um tað, sum er avgjørt í lógini, ið allir flokkar á tingi standa saman um. Vit síggja hesar báðar verkætlaninar, sum eina verkætlan - ella sum eina samlaða uppgávu at loysa.

Hann segði, at í heyst verður farið undir at bora Eysturoyartunnilin. Hetta fer at taka tvey til hálvt triðja ár, og tá Eysturoyartunnilin er boraður, stendur Sandoyartunnilin fyri tørni. Sambært verkætlanarlógini verður farið undir at bora Sandoyartunnilin í seinasta lagi í 2018.

Teitur Samuelsen segði, at tað er ein stór avbjóðing at fíggja tunnilsverkætlaninar, og her hevur nevndin gjørt nógv burtur úr at vísa á Vágatunnilin og Norðoyatunnilin sum fyrimyndir. Roynt hevur verið at gera myndina so positiva sum gjørligt, og tað er ikki trupult, tí hinir báðir undirsjóvartunlarnir eru veruligar sólskinssøgur.

- Vit vita nógv meira um boringar av undirsjóvartunlum í dag, enn tá vit bygdu okkara fyrsta undirsjóvartunnil undir Vestmannasundi og seinni undir Leirvíksfirði. Teir, sum fara at bora Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin, hava ongan áhuga í at draga hesi arbeiði út, tí tess skjótari verkætlaninar verða fingnar frá hondini, jú skjótari fáa teir pengarnar.

Hann vísti á, at tað eisini hevur áhuga fyri fíggingarstovnarnar, at verkætlaninar verða framdar yvir lutfalsliga stutta tíð, tí jú fyrr koyrandi er, tess skjótari gevur íløgurnar inntøkur.

- Tað er ógvuliga positivt fyri hesa verkætlan, at rentan á marknaðinum er lág, og tí er ”timingin” at fara undir hesar tunnilsbyggingar júst hin rætta beint nú. Vit eiga ikki at liggja sjóvarfallið av okkum. Tað er ógvuliga týdningarmikið, at vit koyra á nú, segði Teitur Samuelsen.