Fíggjarkarmurin hjá triðstørstu kommunu í landinum, Runavíkar kommunu, verður næsta ár 124 milliónir krónur. Tað hevur Runavíkar býráð samtykt í vikuni.
Av hesum fara 88 milliónir krónur til rakstur, 20,5 milliónir til íløgur og 15,5 milliónir krónur fara til fíggjarkostnað, men enn er ikki komið heilt á mál við, hvussu krónurnar flyta seg innan fyri tey trý økini.
Hoyr samrøðu við Magnus Ramussen, borgarstjóra í Runavíkar kommunu, við at trýsta á pílin undir myndini.