Sambært fíggjarlógaruppskotinum hjá nýggju samgonguni, sum varð lagt fyri tingið í dag, so ætlar nýggja samgongan ikki at lata privatum fjølmiðlum líka nógvan stuðul, sum undanfarna samgonga ætlaði. Tí tá undanfarna samgonga legði fíggjarlógaruppskotið fram 30. september í fjør, tá varð játtanin í uppskotinum hækkað hálva millión, úr tveimum milliónum upp í hálvatriðju millión krónur.
Bløðini hava fleiri ferðir víst á, at miðlastuðulin langtsíðani er etin upp í hægri útreiðslum, serliga í gjøldum til almenna Posta.
Men Sirið Stenberg, mentamálaráðfrú, hevur ikki somu hugsan, sum Jenis av Rana, og hevur tí skorið hesa hækking burtur úr nýggja uppskotinum. Tað stendur einki í uppskotinum um, hví hetta er skorið burtur.
Sambært fíggjarlógaruppskotinum hjá Ruth Vang, so verður viðmerkt, at miðlastuðulin heldur ikki fer at hækka næsta ár og heldur ikki í 2025.
Undanfarna samgonga ætlaði hinvegin, at stuðulin í ár skuldi hækka við 500.000 krónur, og tað skuldi hann eisini í 2024 og í 2025.