- Tað er positivt, at landsstýrið vil hava yvirskot á fíggjarlógini í 2016, sigur Aksel V. Johannesen um fíggjarkarmarnar, sum Jørgen Niclasen legði fram vegna landsstýrið leygardagin. Tað er tó stórt sæð, tað jaliga, sum formaður Javnaðarfloksins hevur at siga um fíggjarkarmarnar.
Aksel V. Johannesen heldur, at karmarnir eru alt ov lítið ítøkiligir.
- Tað er eyðsæð, at sparingar liggja í kortunum, sagt verður tillagingar skulu gerast, men einki ítøkiligt dømi verður nevnt. Tað sær út til, at tøl eru sett inn í roknskapin fyri at fáa hann at geva yvirskot, men einki verður sagt um, hvussu landsstýrið ætlar at náa hesum tølunum, sigur hann við Rás 2 í dag.
Hann vísir á, at heilsuverkið hevur stóran tørv á fígging, og at útreiðslurnar til tað einans væntast at veksa komandi tíðina. Kortini tosar fíggjarmálaráðharrin um sparingar innan heilsuverkið.
- Í besta føri er talan um bluff, men í ringasta føri er talan um at áhaldandi niðurlaga heilsuverkið, sigur Aksel V. Johannesen.
Hann heldur, at fíggjarkarmarnir eru merktir av, at vit eru í einum valári.
- Man sigur, at man vil hava yvirskot, fyri at vísa til, at man helt tað lyftið, men man vil ikki siga hvussu, tí tað er ópopulert, sigur Aksel V. Johannesen.
Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna við Aksel V. Johannesen í tíðundunum á Rás 2 í dag.