Filip Jojic: Kenslan er góð (FM1)

(FM1) Hoyr fermálsskjúttan hjá VÍF, Filip Jojic og fimmmálsskjúttan hjá H71, Pætur Thomsen seta orð á 28-26 (15-17) sigurin hjá VÍF í 3. FM-finaluni

##med2##

Nú hava vestmenningar "Match-bólt" í FM-finalunum í Burn mansdeildini.

VÍF vann 28-26 á H71 í triðju FM-finaluni, ið var leikt í høllini í Vestmanna. Stórskjúttin hjá VÍF, Filip Jojic fekk ikki leikt við fullari megi í dag, og H71 var eisini á odda 17-15 í steðginum, men í seinna hálvleiki traðkaðu ungu vestmenningarnir í karakter, serliga við einum góðum avriki í verjuspælinum. Filip Jojic var tó á vøllinum seinastu løtuna, og hann meddaði bóltin í kassan til úrslitið 28-26 tá bert fá sekund vóru eftir av dystinum. 

Vinna vestmenningar 4. FM-finaluni, ið verður í Hoyvíkshøllini komandi mikukvøld klokkan 20 eru teir staðfestir FM-vinnarar 2021. Vinnur H71 verður ein fimta og avgerandi FM-finala í høllini í Vestmanna komandi leygardag.

FM1 sigur sjálvandi frá 4. FM-finaluni komandi mikukvøld klokkan 20. 

VÍF-H71 28-26 (15-17)

Toppskjúttar VÍF: Heini á Heygum 7, Hanus Christophersen 5, Filip Jojic 4, Hallur Arason 4 og Sjúrður Olsen 4. 

Toppskjúttar H71: Peter Krogh 6, Pætur Thomsen 5, Janus Djurhuus 4 og Sveinur Olafsson 4. 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:

1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin, Sjúrður H. Hoydal segði frá seinastu løtuni av spennandi FM-finaluni í Vestmanna.

2) Hoyr samrøðuna Sjúrður gjørdi við fermálsskjúttan, Filip Jojic sum slær fast, at kenslan er ógvuliga góð, og nú fara hann og liðfelagarnir at stríðast 150 prosent fyri at vinna FM-gullið heim í Hoyvíkshøllini komandi mikukvøld. Filip fegnast um, at tá hann mátti vera so nógv uttanfyri, at spælarar sum Heini á Heygum traðkaðu í karakter og vístu sítt virði fyri VÍF í dag. 

3) Hoyr samrøðuna Sjúrður gjørdi við ein vónbrotnan fimmmálsskjútta hjá H71, Pætur Thomsen sum sjálvatfinningarsamur staðfestir, at avrikið hjá honum og hansara liðfeløgum í seinna hálvleiki, og serliga seinastu 10 minuttirnar tá teir bara skoraðu eitt mál ikki var nóg gott. 

##med3##

(VÍF-H71 28-26 (15-17) - Hoyr dystarendan og samrøður við Filip Jojic og Pætur Thomsen)