Filipovic skal verja B68-málið

Fyrrverandi málmaðurin hjá Skála og VB/Sumba skal næsta árið verja málið hjá uppflytarunum á Toftum

B68 hevur skrivað sáttmála fyri 2008 við 29 ára gamla serbiska málverjan Vlada Filipovic. Vlada er ikki ókendur í Føroyum. Hann vardi málið hjá Skála í 2005 og 2006. Í fjør vardi hann málið hjá VB/Sumba.