Filmarnir til Oscar innstillaðir

OSCAR. Týsdagin varð avdúkað, hvørjir filmar eru útnevndir til at verða við í kappingini um Oscar-virðislønirnar í ár

Filmurin American Beauty var innstillaður í átta ymiskum kappingum, millum annað fyri besta sjónleikara, sjónleikarinnu og leikstjóra. Í høvuðsleiklutunum í hesum filmum eru Anette Bening og Kevin Spacey.

Filmirnir The Insider og The Ginger House Rules vóru innstillaðir til sjey ymiskar kappingar hvør. Tann seinna av hesum filmum hevur sviin Lasse Hallstrøm leikstjórnað.

Ein danskur filmur slapp upp í part, og tað var barnafilmurin Bror, min bror, sum er við í kappingini um ársins stuttfilm. Hinvegin eydnaðist tað ikki Mifunes sidste sang at gera seg galdandi í ársins kapping, hóast hesin filmurin hevur verið nevndur sum ein møguligur kandidatur í kappingini um besta útlendska (tað vil siga ikki-amerikanska) filmin.

Oscar-virðislønirnar verða latnar 26. mars á stórum hátíðarhaldi, har tað enn einaferð er sjónleikarin Bill Crystal, sum skal vera vertur.