Sýningar
Fyri fjórðu ferð skipar Norðurbryggjan í Keypmannahavn fyri sokallaðum biodøgum, ið verða allar hósdagarnar í februar. Sýningarnar umfata millum annað roadmovies frá 1995-99, har tað eisini verða fyrilestrar, kjak og leikstjóravitjanir.
Ragnar Bragason er filmsaktuellur við filminum »Børn«, ið vann gylta svana á Copenhagen International Film Festival 2007. Nú er túrurin komin til næsta filmin í somu ætlan, ið hevur heitið »Foreldur«, sum publikum fær høvi til at síggja og skifta orð við leikstjóran um hósdagn 7. februar.
Eisini filmurin »Bye Bye Blue Bird« hjá Katrin Ottarsdóttir verður sýndur á Bryggjuni. Filmurin snýr seg um tvær uppreistrarsinnaðar vinkonur á bilferð í Føroyum. Hetta verður 21. februar.
Vikuna frammanundan, 14. februar, setir filmlektor Peter Schepelern mentunnarsøguligt ljós á roadmovis, áðrenn Birgir Thor Møller prensenterar Cold Fever hjá Fríðrik Thór Fríðrikssons. Tveir aðrir norðuratlantiskir filmir verða eisini sýndir.
Filsdagarnar enda hósdagin 28. februar, tá grønlendski filmurin, Lysets hjerte, verður sýndur.
Les meri á www.bryggen.dk/biodage