The Queen. Tá Diana doyði var tað ikki lætt at vera Drotning Elisabeth. Hon dugdi illa at skilja, hvussu fólkið hevði tað við Dianu, heimsins best dámda kvinna. Hon og familjan goymdu seg á Balmoral Slottinum. Hetta skapti eina stóra kreppu fyri Blair, sum tá gjørdist sera væl dámdur millum fólk, tí hann dugdi at handfara støðuna Ongland var komið í, eftir at eygnarsteinurin hjá fólkinum, Diana, so brátt misti lívið. The Queen er ein yvirmettur filmur. Helen Mirror fekk ein Oscar fyri filmin, Hon spælir gott, men filmurin er veruliga keðiligur.
2 stjørnur av 6
CONFETTI er ein heilt ótrúliga illa gjørd komedia. Her kappast tey um at gera mest originala brúdleypið yvirhøvur, men sum hesin filmurin er ein lítið tápulig roynd at gera ”Three Weddings and a Funeral” aftur. Ein meiningsleysur og ræðuligur filmur, skamleyst pínliga vánaligur allan vegin. Ófantaliga býtt.
0 stjørnur av 6
Idiocracy er ein super plattur filmur um eina framtíð, har øll eru ordiliga býtt og vita einki.
Joe Bowers (Wilson) er ein vanligur hermaður, hann verður frystur niður og vaknar í árinum 2550. Í meðan hevur sjónvarp gjørt fólk ótrúliga býtt, nú er Joe klókasti maðurin í landinum. Eykatilfarið er líka so rotið sum filmurin. Puha.
1 stjørna av 6
Over Hækken. Tá Darwin kom við hesum, at tey sterkastu yvirliva, hugsaði hann ikki um, hvat hann kom at seta gongd á. Hvat hendir við djórunum, tá sethúsini koma og oyðileggja øki hjá teimum, og djórini koma at búgva í havanum hjá fólkum.Dreamworks hevur gjørt hendan filmin, ið byggir á vældámdu teknirøðina ”Over hækken”, ið hevur víst okkum menniskja frá sjónarhorninum hjá djórunum síðani 1995. Á ensku útgávuni er tað eingin annar enn hin kendi Bruce Willis, ið leggur røddina til hin djarva og freka RJ. Hetta er fyrsta floks undirhald fyri børn og vaksin
4 stjørnur av 6.
The Dudesons er ein ekstrem útgáva av finskari Jackass. Eitt slag av filmum, har vanlig fólk gerast kend við at gera ótrúliga idiotisk stunts við at koma til skaða. Fólk eta livandi ormar, seta eld á seg sjálvi (uttan verju) og bróta bein á motorsúklum. Tey, sum elska Jackass, fara at dyrka hendan filmin, sjálvur eri eg meiri lunkaður.
2 stjørnur av 6.