Dreymar við Havið hjá Sakaris Stórá hevði undanfrumframførslu í gjár og upptøkurnar til NINA hava verið í gongd alt summarið. Væntandi verður hann liðugur í februar. Føroysk filmsframleiðsla hevur tikið stór stig, síðani Katrin Ottarsdóttir gjørdi fyrsta føroyska spælifilmin Atlantic Rhapsody í 1989.
Nú er eitt felag sett á stovn, ið skal fáast við at ritstjórna leikhandrit ella filmshandrit og fáast við framleiðslu av leikum og filmum.
Tað eru tær báðar, Karina og Theresa Jákupsdóttir, sum hava stovnað felagið og eru stjórar tess, sambært Business-Line.
Vikuliga dagføringin hjá Business-Line er annars merkt av, at nógv feløg eru send til tvingsilsavtøku, tí tey ikki hava latið roknskapin inn.
Les eisini 38 feløg sendu ongan roknskap og verða avtikin
Kortin eru nøkur nýggj feløg eisini sett á stovn.