Poppsangarinnan Amy Winehouse doyði 27 ára gomul í 2011.
Toronto Sun veit at siga, at Focus Features arbeiðir við einum dokumentarfilmi um Amy Winehouse og hennara stutta lív.
Hon livdi eitt umskiftandi lív og goymdi ikki, at hon nýtti alkohol og rúsevni í stórum mongdum, og hetta var eisini høvuðstema í hittinum Rehab.