Filmur úr Marokko í Løkshøll

Filmurin verður vístur 19. september kl 19:30

Blái kaftanurin (Le bleu du caftan) er ein vøkur samantvinnað kærleikssøga úr býnum Salé beint norðanfyri marokkanska høvuðsstaðin Rabat. Her reka hjúnini Halim og Mina ein kaftanhandil saman við unga lærlinginum Youssef, sum, eins og lærimeistarin Halim, hevur stóran tokka til at seyma. Hetta serstaka hondverkið er frammanundan hótt av stóra klædna- og mótaídnaðinum, men Halim verður eisini persónliga avbjóðaður, tá ið hann byrjar at vísa meira enn yrkisligan áhuga fyri sínum unga lærlingi. Blái kaftanurin er ein dempað og varislig kærleikssøga, full av hita, empati og yndisligum anga í teim vøkru og sansaligu myndunum.