? Tað var ein samd nevnd, sum lat Edwardi Fuglø Norðurlendsku Barnabókavirðislønina fyri ár 2001. Hetta sigur norðurlendska Skúlabókavarðafelagið í tíðindaskrivi, nú tað verður almannakunngjørt, sum Sosialurin skrivaði fyri tveimum vikum síðani, at føroyski myndlistamaðurin fær virðislønina. Talan er um somu virðisløn, sum varð heiðrað Ólavi Michelsen, sála, í 1991 fyri »Rossini í Skoradali«.
Norðurlendska barnabókavirðislønin hevur verið latin av Norðurlendska Skúlabókavarðafelagnum síðani 1985. Lønin er eitt diplom og eitt listarverk og verður latin á »BogForum« í Keypmannahavn 17. november.
Edward Fuglø fær lønina fyri illustratiónirnar í bókunum »Bókstavirnir« 1995, »Villini súgdjór í Útnorði« (1999), »Veingjaða myrkrið« (2000) og »Vinmenn« (2001).
Í grundgevingunum sigur nevndin:
»Bókstavirnir er bók við teksti hjá Sigurði Joensen. Tekningarnar eru sterkar og originalar, næstan hóttandi, men hava góðar smálutir. Bókstavirnir koma fram sum persónar í einum sjónleiki, sum eru í kjaki hvør við annan, og á hvørjari síðu verður borið fram undir, hvør næsti stavur verður.«
Um »Villini súgdjór í Útnorði« verður sagt:
»Villini súgdjór í Útnorði«: Tekstin hevur Jenny Lydersen skrivað. Ein einastandandi listarlig fakbók um villu súgdjórini í Norðuratlantshavi. Myndirnar vísa ikki einans leitanina hjá djórunum eftir føði og ansni fyri ungunum, men eisini hóttandi vanda, sum eru krógvaðir í umhvørvi teirra«.
Um »Veingjaða myrkrið« verður sagt:
»Tekstin hevur William Heinesen skrivað. Edward Fuglø tók sjálvur stig til at geva út hesa søguna úr gomlu Havnini, har nógvar av søgunum hjá Williami Heinesen fara fram. Tvey børn eru á veg út úr býnum. Tann mildi augustseinnaparturin er ikki so ósekur meira, so hvørt ljósið hvørvir, og hóttandi verur koma til sjóndar. Heimurin broytist. Edward Fuglø er dugir óføra væl at gera skapilsi, fanga huglagið og alt tað, sum trínir fram í barnasinni.«
Um »Vinmenn« sigur nevndin:
»Vinmenn er eitt kvæði, sum er gjørt eftir Føroyingasøgu. Bókin vísir ávirkan kvaðanna á føroyska mentanarheimin. Tekningarnar hjá Edwardi Fuglø eru fyltar við huglag og hóska væl til evnið, og við vøkrum myndum ger listarmaðurin kvaðini meira tilgongilig fyri børn.«
Víðari sigur dómsnevndin, at verkini hjá Edwardi Fuglø vísa stóra listarliga potentiali hansara.
? Hann er úr Klaksvík, hevur lisið við Skolen for Brugskunst í Keypmannahavn frá 1987-1991 og hevur arbeitt innan sjónleik, film og sjónvarp í Danmark, Íslandi og í Føroyum, hann hevur teknað bøkur og gjørt plakatir og postkort.
Ein onnur síða av fjølbroytta virksemi hansara er málingin. Í einum nyrealistiskum, sensurreralistiskum stíli við duldum yvirtónum verður filosoferað um lív og eksitens, sigur nevndin, sum hevur latið honum heiðurin.
Edward Fuglø hevur havt framsýningar í Birkerød (1985), Smiðjuni í Lítluvík (1990), Norðurlandahúsinum (1999), Norðurlandahúsinum í Reykjavík (2000), Listaskálanum í Havn (2000) og Steiningeslott Kulturcenter, Svøríki (2001).
Í 1995 fekk Edward Fuglø Barnabókavirðirsløn Tórshavnar Býráðs.
Í dómsnevndini sótu:
anna-Lena Lindekvist, Svøríki
Bent Rasmussen, Danmark
Frida S. Haraldsdóttir, Íslandi (formaður)
Gunnvør Joensen, Føroyar
Margareta Rosenberg, Finnland
Ragnhild Mydland, Noreg