Fimleikadagar í Runavík

Fimleikur: Fimleikarar úr øllum landinum hittast í vikuskiftinum

Leygardagin og sunnudagin verða fimleikadagar í Runavík.

Tað er Føroya Fimleikasamband, sum fer at skipa fyri hesum døgum.

Tiltakið er fyri allar fimleikarar í landinum, sum eru í aldrinum 12 ár og eldri. Eingi førleikakrøv verða sett íðkarunum, og fyrireikararnir leggja dent á, at hetta eru dagar, sum skulu samansjóðað fimleikararnar.

Tey, sum vera við til dagarnar, kunnu tekna seg til ymsar undirvísingartímar, og valmøguleikarnir eru nógvir og fjølbroyttir.

Millum tiltøkini á skránni eru motións- reiðskaps-, handreiðskaps-, og rútmiskur fimleikur, hip-hop, renning, drama, aerobic, callenetics og gongutúrur. Leygarkvøldið verður hungakvøld fyri allar íðkararnar.

Fimleikasambandið skipar annað hvørt ár fyri fimleikafagnaði og fimleikasøgum.

Seinastu fimleikadagarnar vóru umleið 200 fimleikarar við.