Hesum hevur Oyggjaleikanevndin nú boðað frá í tíðindaskrivi
Tað varð annars avgjørt á aðalfundi hjá altjóða Oyggjaleikanevndini á Gotlandi í fjør, at Oyggjaleikirnir 2003 skulu vera á Guernsey. Samstundis kunngjørdu fyrireikararnir á Guernsey, hvørjar 14 ítróttagreinir verða á teimum leikunum. Hesar greinir vóru: Bogaskjóting, frælsur ítróttur, badminton, kurvabóltur, súkkling, fótbóltur, golf, sigling, skjóting, svimjing, borðtennis, tennis,
triatlon og flogbóltur.
Áland, Føroyar og onnur umboð við mótmæltu beinan vegin at fimleikur (sum eisini var millum tær ítróttagreinirnar, upprunaliga valið var ímillum) ikki var við í skránni. Umboðini frá Guernsey gjørdu tó greitt, at fimleikur ikki fór at verða á leikunum, m.a. tí at hendan ítróttagreinin var sera illa skipa á oynni.
Frá fleiri síðum varð enn eina ferð gjørt greitt, at sterk ynski vóru um at fáa fimleik við á skránna, og tá lógirnar fyri IGA á sama fundi vóru broyttar soleiðis, at vertsoyggin kundi seta eina 15. ítróttagrein á skránna, varð staðiliga biðið um at hendan bleiv fimleikur, men gjørt varð greitt frá Guernsey, at teir fóru at velja eina ítróttagrein, men ongir møguleikar vóru fyri at hetta fór at vera fimleikur.
Heimkomin skrivaði Oyggjaleikanevndin bræv til fyrireikararnar á Guernsey um at Føroyar framvegis høvdu ta støðu, at fimleikur skuldi gerast 15. ítróttagreinin á leikunum 2003.
Onki positivt svar kom tá, men á aðalfundi í altjóða Oyggjaleikanevndini á Isle of Man síðst í juli varð kunngjørt, at fyrireikararnir á Guernsey nú høvdu broytt meining, og høvdu avgjørt at seta fimleik á skránna sum ítróttagrein nr. 15 á leikunum um mánaðarskiftið juni/juli 2003.