Fimm bólkar spæla á konsert á jóansøku

Leygarkvøldið fara fimm bólkar og einstaklingar at spæla á stórari jóansøkukonsert á Tvøroyri, teirra millumvera bæði Brandur Enni og Gestir, sum vunnu Prix Føroyar

Konsert

Suðuroy: Hetta vikuskiftið er jóansøka á Tvøroyri og eitt av teimum heilt stóru tiltøkunum verður ein konsert, sum verður leygarkvøldið og har fleiri bólkar og einstaklingar fara at framføra.
Á seinastu jóansøku høvdu tey eisini konsert, sum var sera væleydnað og ætlanin er, at hetta skal vera ein fastur táttur á hvørjari jóansøku.
Konsertin verður leygarkvøldið í skúlagarðinum á Tvøroyri og hon byrjar klokkan 19.30.
Atgongumerkið kostar 130 krónur.
Hesuferð verða fimm bólkar við.
Tveir av teimum eru teir báðir bólkarnir av Tvøroyri, One Night Stand og Black Wall.
Hesir báðir bólkarnir eru nýggir og hava tískil ikki spælt so nógv. Men fyri tað, eru tónleikararnir ikki heilt ókendir, tí summir av teimum, sum í dag manna Black Wall, spældu fyrr í bólkinum Pikachu.
Somuleiðis fer eisini Brandur Enni, ið eisini er av Tvøroyri, á pallin.
Kendi bólkurin, Flux, er eisini á skránni, men eitt av høvuðsnøvnunum er uttan iva Gestir, sum vunnu Prix Føroyar fyrr í ár.
Hetta er fyrstu ferð, at Gestir spæla í Suðuroynni, men Flux spældi eisini á seinastu jóansøkukonsertini.
Hava One Night Stand og Black Wall ikki spælt so nógv, kann tað ikki sigast um hini trý nøvnini, Gest, Brand og Flux.
Flux geva fløgu út í næstum og tað hava teir brúkt nógva tíð uppá. Og fríggjarkvøldið skulu bæði Brandur Enni og Gestir spæla á tónleikastevnuni í Nibe.
?Teir koma heim við flogfari leygardagin og koma beint til Suðuroyar við leigaðum báti at spæla á jóansøkukonsertini, sigur Poul Arni Holm, sum er ein teimum ið fyrireikar konsertina fyri Tvøroyrar Bóltfelag, sum stendur fyri tiltakinum.

Varðveita stevnudámin
Hann sigur, at endammálið við konsertini er at hava eitt fast tiltak í Suðuroynni, sum kann lokka kendar bólkar suður at spæla, tí tað eru áhoyrarar í Suðuroy ikki forvandir við.
Hann vónar eisini, at hetta kann gera sítt til at lokka fólk norðaneftir, at blíva verandi á jóansøku.
?Tað vanliga er annars, at fólk, sum koma norðaneftir, fara norður aftur beint eftir kappróðurin leygardagin og tað skerst ikki burtur, at tá hevur jóansøkan mist nakað av tí rætta stevnudáminum.
Hann vónar tí, at konsertin kann fáa fólk at blíva verandi, og tað er ikki verri enn so enn at Smyril siglur norður aftur sunnumorgunin klokkan sjey.