Í gjárkvøldið nærkaðist einari semju um, at øll 6-mannaførini skuldu rógva á ólavsøku í dag. Tá segði Páll Fangi føroyameistaraheitið frá sær, og lagt var upp til semju og róður í dag.
Men nú nokta fimm 6-mannafør fyri at rógva. Tey eru Smyril, Riddarin, Tvørábáturin, Hósvíkingur og Herningur. Óvist er, um Lómur vil rógva ella ikki.
- Eftir at Páll Fangi ikki vildi viðurkenna, at teir hava gjørt nakað ólógligt og siga verða kroystar at siga FM-heitið frá sær, hava vit gjørt av, at vit rógva ikki í dag, sigur Mass Antoniussen, sum er talsmaður fyri teir fimm bátarnar.
- Ítróttardómstólurin gav okkum hálvavegna viðhald í okkara kæru og bað Róðrarsambandið um at viðgera málið av nýggjum. Um Róðrarsambandið ikki áðrenn róðurin í dag kemur við eini fráboðan um, at Páll Fangi er kolldømdur teir róðrar, har hann hevur brúkt ólógligu útgerðina, rógva vit ikki, sigur Mass Anthoniussen.
Sambært honum fara hini 6-mannaførini at rógva ólavsøkuróðurin í dag. Tey eru Skúgvur, Strálan, Jarnbardur, Húsfrúgvin, Sølmundur og Páll Fangi. Møguliga rør Lómur eisini.
Róðrarsambandið skuldi á fund nú á middegi at viðgera málið um Páll Fanga.
- Nevndin fer á ein fund nú, og vit koma við eini fráboðan áðrenn róðurin í dag, sigur Jan Herman Hansen, formaður í Róðrarsambandinum.