Tá løgreglan í gjár gjørdi eitt málrættað átak í ferðsluni við skúlar í Vágum, fingu fimm foreldur klipp í koyrikortið, tí at børnini ikki vóru íbudnin, ella um tey ikki vóru rætt íbundin. Tað kunnu vera børn, sum eru lægri enn 135 cm. Tey skulu hava aðra útgerð umframt, so sum tildømis eina pútu.
Løgreglan gjørdi kanningar við skúlan í Sørvági og við skúlan á Giljanesi.
Harumframt varð ein prutlførari, sum ikki hevði koyrikort, og ein bilførari, sum ikki hevði førararætt. Í hesum føri var talan um ein útlending, sum var úr einum landi, har koyrikortið ikki er góðkent í Føroyum. Ert tú útlendingur og býrt í Føroyum, so skalt tú á Akstovuna at býta koyrikortið um, hevur tú eitt koyrikort, sum ikki er góðkent í Føroyum.
Í Havn var eitt ferðsluóhapp í gjár á vegamótinum, har Varðagøta kemur út í Norðrara Ringveg. Har koyrdi ein bilur út fyri treytaleysa víkiskyldu og rendi á ein bil á ringvegnum. Har var eingin fólkaskaði, sigur vakthavandi á politistøðini í morgun.











