Kvinnuhondbóltur
VB høllin var enn einaferð full, tá kvinnuliðið hjá Neistanum kom á vitjan í Vági. Ofta hevur hesin dysturin verið ein av teimum meria torføru útidystunum hjá einum komandi meistaraliði, men í ár er støðan hin øvugta. Nú er tað VB, sum er ávegis einum meistaraheitið, og hetta er fyrst og fremst gjørt við einum ótakiligum heimavølli, har øll eru farin ongul í reyv heimaftur, tað sum higartil er liðið av kappingini.
Skjót avgerð
Og tað var eisini skjótt at staðfesta, at her skuldi Neistin ikki gera sær nakra serliga vón um at broyta hagtølini fyri árið. Frá fyrsta bríksli setti VB ferð á, og tó at Neistin í ávísan mun kundi fylgja við í spælinum, so fingu tær als ikki fylgt við á máltalvuni, har heimaliðið eftir fyrstu 20 minuttunum hevði lagt seg seks mál framum.
Hetta vann Neistin seg ongan tíð yvir, og tá VB so í seinna hálvleiki slerdi eyðkenda kontraspælið til, tók dysturin alt meira skap av einum stórsigri. Mest sum hvørt tað einata mistak frá gestunum varð revsað við skjótum mótálopum, og skifti var munurin somikið stórur sum 12 mál, og tó at Neistin megnaði at minka nakað um seinastu løtuna, so kom ongan tíð spenningur í uppgerðina.
Tað tykist heima
Og sum VB spælir í løtuni, so er eisini ilt at síggja, hvussu spenningur av álvara skal koma í gulldystin aftur. Gamaní er VÍF framvegis bert ein dyst frá teimum ? treytað av at VÍF vinnur komandi innanhýsis dystin ? men tað er trupult at síggja nakað lið, sum veruliga kann hótta VB. Síðani farið varð undir endaspælið, hevur verjan í nógvum førum verið átøk einum múri, soleiðis at kontra spælið ofta hevur koyrt við fullari ferð, umframt at hvørgin av teimum útlendskum tykist seta ferðina á málskjótingini niður.
Enn kann VÍF sum sagt skapa nakað av spenningi, um so er at tær vinna komandi vikuskifti, men framvegis er ilt at síggja, hvør so skal hjálpa teimum. Hinir fýra dystirnir, sum VB hevur eftir, eru heimadystir móti Kyndli, Stjørnuni og StÍF, umframt at talan er um útidyst ímóti Tjaldri, og allari virðing fyri mótstøðuni, so hava hesi ikki givið ábendingar um, at tað er nú, at VB skal takast, og so slettis ikki í Vági.
Dysturin í tølum
VB-Neistin 31-23 (16-9)
Málskjúttar:
VB: Daiva Toumaite 11(5), Reda Kurkauskiene 7, Gurið Mortensen 5, Arnleyð Hjelm 3, Eyðdis Kjærbo 2, Mary Krosslá 1, Rannvá Augustinussen 1, Eyðbritt Krossla 1
Neistin: Simona Dziugyte 11(5), Jórun Ludvig 5, Christina Holm 3, Lív Sørensen 2, Susan Brockie 1, Rakul Augustinussen 1
Brotskøst: VB 5, Neistin 6
Útvísingar: Neistin 1
Dómarar úr Stjørnuni: Flemming Poulsen & Kristoffur Ragnarsson.