Fimm fólk eru deyð, og umleið 20 hava fingið skaða á kjarnorkuverkinum Fukushima 1 í Japan. Tað siga keldur hjá norska TV2. Leiðarin á Greenpeace-skrivstovuni í japanska býnum Osaka sigur við norska sjónvarpið, at tey hava fingið fráboðan um, at fólk eru deyð á verkinum, men at tíðindini eru ikki váttað.
Tað er ikki greitt, um tey fimm eru deyð av geisling inni á sjálvum verkinum, ella um tey doyðu í einari av spreingingunum, sum hava verið á verkinum.
Altjóða kjarnorkustovnurin IAEA sigur í einum tíðindaskrivi, at 21 fólk, sum arbeiða við at køla ein reaktorkjarna á Fukushima 1, hava verið fyri geisling.