Hvíta løriftið í Havnar Bio skínur av filmiskar góðsku 9.-13. september í 2015. Tá síggjast 5 filmar í 5 dagar.
Undan hvørjum filmi fer onkur at geva eina stutta lýsing av evninum sum filmurin ummælir.
Fyrstu filmurin er ein amerikanskur fiskivinnufilmur, sum eitur Livjatan, og hvat er tá nátúrligari, enn at formaðurin í Føroya Fiskimannafelag, Jan Højgaard, lýsir evnið. Filmurin lýsir fiskivinnuarbeiðið og havið, bæði dag og nátt.
Annar filmurin er ein filmur um bretsku songkvinnuna Amy Winehouse, sum doyði 27 ára gomul í 2011. Sangarinnan Greta Svabo Bech fer at greiða frá evninum undan filminum.
Triðji filmurin, sum verður sýndur, er The Salt of the Earth, sum lýsir ferðandi fotografin Sebastiao Salgado. Salgado ferðast um og tekur myndir av oydnum plássum og teimum djórum og plantum, sum liva har. Sunva Eysturoy Lassen, fotografur, fer at greiða frá um filmin.
Fjórði filmurin er bygdur á eina franska søgu hjá Albert Camus, um frælsisbardagan í Algeria. Herálvur Jacobsen, formaður í Lærarafelagnum, greiðir frá um evnið.
Fimti filmurin er norski filmurin 1001 gram, sum snýr seg um at máta hvørt nikk og prikk í sjónligu tilveruni. Tað er Theodor Eli Dam Olsen, prestur, sum skal lýsa hetta evnið.
Áhugafelagið, sum byrjaði í Havnar Bio í 1962, men ikki hevur verðið virkið síðani seinastu sýningarnar í Leikhús Bio í 1992, stendur fyri filmsúrvalinum. Í vanligu skránni hjá Havnar Bio ber Filmsfelagið boð um eitt slag av filmi, ið dregur ein áskoðaraskara til sín, sum ikki vanliga gongur í biograf. Heitið Filmsfelagið, sum ikki hevur verið brúkt í útvið fjórðingsøld, er soleiðis vorðið eitt góðskumerki. Hesa gongd vilja Havnar Bio og Filmsfelagið hjúkla um við sýningum alt árið, og serliga í september - men altíð í felag - tí tá er filmur bestur - í felag.
Filmarnir verða sýndir frá 9. til 13. septembur, í Havnar Bio.