Fimm føroysk mál tá ÍBV vann í Europa Cup kappingini

ÍBV hevur eitt gott útgangsstøðið til seinna dystin móti MK Holon úr Ísrael

Hetta vikuskiftið takast Dánjal Ragnarsson, Janus Dam Djurhuus og liðfelagarnir í ÍBV við evropeiska avbjóðing úti í Heimey.

 

Í dag leikti ÍBV fyrra dystin í innleiðandi umfarinum í Europa Cup kappingini móti MK Holon úr Ísrael.

 

Talan gjørdist um eina málríka uppgerð, ið ÍBV vann 41-35. Í steðginum var ÍBV á odda 20-18. Løtan í seinna hálvleiki, har ÍBV fór frá einari 27-26 leiðslu til eina 31-26 leiðslu var rættiliga avgerandi. Eftir tað eydnaðist at halda frástøðuna til MK Holon. 

 

Janus Dam Djurhuus skoraði trý mál og Dánjal Ragnarsson skoraði tvey mál fyri ÍBV.

 

Í morgin klokkan 17 spæla liðini seinna dystin úti í Heimey. Tá hevur MK Holon tekniska heimavøllin eftir, at liðini avráddu at spæla báðar dystirnar á heimavøllinum hjá ÍBV.