Fimm fyrstu frúur standa saman móti Trump

Melania Trump, Hillary Clinton, Michelle Obama, Laura Bush og Elenor Rosalynn Carter standa saman móti førda politikkinum

Tær fimm kvinnurnar, sum eru giftar við núverandi ella fyrrverandi forsetum í USA, standa nú saman ímóti tilflytarapolitikkinum hjá USA. 

Tær fýra fyrrverandi fyrstu kvinnur stuðlað Melania Trump í, at tað at skilja børn og foreldur frá hvørjum øðrum og seta børnini í legur, skal endað nú. Síðani í mai í ár eru 2432 børn skild frá foreldrum síðnum við markið millum USA og Meksiko, tá ið tey saman við sínum foreldrum hava roynt at sleppa um markið ólógliga.

Um vikuskiftið kritiseraði Melania Trump hetta aktuella politiska evni í USA, og síðani hevur kritikkurin tikið dik á seg. Seinast var tað felagsskapurin hjá ST, UNHCR, sum tók frástøðu frá politikkinum í USA og harvið stuðalaði fyrstu kvinnuni. 

Nógv meira sjáldsamt er tað, at fyrrverandi fyrstu kvinnur hava alment funnist at førda politikkinum. Laura Bush, sum er gift við George Bush, sigur millum annað soleiðis sambært Ritzau. 

- Eg búgvi við markið. Eg virðismeti tørvin á at styrkja um og verja okkara altjóða landamørk. Men hesin politikkur er ræðuligur. Hetta brýtur hjarta mítt, skrivar hon í Washington Post. 

Og Michelle Obama tekur undir. 

- Av og á fer sannleikin forbí flokksmørk, skrivar hon á Twitter. Og Hillary Clinton, sum stillaði upp móti Trump til forsetavalið vísir á,at hvørki politiskt samtyktar ella átrúnaðarligar lógir geva heimild til hetta. 

- Vit eiga at vera eitt betri land, enn at tvinga børn frá foreldrum, segði Clinton í røðu í New York. Elsta fyrsta kvinnan, Elenor Rosalynn Carter, sigur politikkurin er skammiligur. 

- Aktuelli politikkurin, sum tekur børn frá foreldrum sínum við markið til Meksiko, er óvirðiligt og ein skomm fyri okkara land, sigur Carter sambært Ritzau. 

/ritzau/AP