Fimm hagapartar til seyðasýning í Kvívík

Leygardagin var seyðasýning í seyðahúsinum hjá Ognarhaganum uppi á Símunarbrekku. Fimm hagapartar luttóku.

f.v. Øssur Andreassen og Óli Hans Olsen

Tíðindaskriv:

 

Sýnarar vóru Elmar Holm, Jacob Vestergaard og Hartvig Bech. Íalt vóru 46 veðragjólingar og 7 veðrar sýndir. Virðislønir vóru latnar til bestu veðragjólingar nr. 1, 2, og 3. Bestu hagar nr. 1, 2, og 3. Besta veturgamla veðr. 1, 2, og 3. Besta eldri veðr. 1, 2, og 3.

 

Bestu veðragjólingar

 

1. Eigari Bartal Andreassen, Frammi hagi

 

2. Eigari Mortan Andreassen, Frammi hagi

 

3. Eigari Ari Johanneson, Frammi hagi

 

##med2##

 

Bestu hagar

 

  1. Frammi haga                                  18,13 stigum í miðal
  2. Leynahagi - Uttan fyri húsini         17,00 stigum í miðal
  3. Útihagi                                           13,00 stigum í miðal

 

##med3##

 

Besti veturgamlir veðrar

 

1. Eigari Øssur Andreassen, Frammi haga

 

##med4##

 

Besti eldri veðrur

 

  1. Eigari Óli Hans Olsen, Norði hagi

 

Vit vilja eisini fegin takka tykkum øllum, sum komu niðan í seyðahúsið. Eisini ein tøkk til tykkum, sum hjálptu til og lótu stuðul. Stuttligt at skipa fyri, tá ið undirtøkan er so góð. Sigast má at seyðaeigarar, dáma væl sýningina. Ætlanin er sjálvandi at hava sýning í komandi ári.

 

Vinarliga

 

Fyriskipararnir

 

f.v. Øssur Andreassen og Óli Hans Olsen

f.v. Elmar Holm, Jacob Vestergaard og Hartvig Bech

f.v. Bjørg Edvardsdóttir, Erla Müller, Edvard Müller, Øssur Andreassen, Hørður Andreassen og Heri Müller

f.v. Kári Debes, Hørður Andreasen, Øssur Andreassen og Mortan Andreassen