Fimm línuskip landaðu í Klaksvík mánadagin

Klakkur hevði størstu nøgdirnar og fekk miðalprísin 15,80 krónur fyri kilo

Fiskivinna

Nógvur línufiskur er komin upp á land í Klaksvík hesa vikuna.
Mánadagin vóru fimm línuskip inni, harav Klakkur hevði størstu nøgdirnar  ella tilsamans 125.000 pund.
Hini skipini, Polarstjørnan, Ågot, Núpur og Kvikk, høvdu um 80.000 pund í part.
Polarstjørnan, sum liggur við Kósabrúnna í morgun, hevði 84.000 pund. Teir hava roynt á Munkagrunninum, og eini 40.000 pund av veiðini var hýsa. Hini fiskasløgini vóru longa (9.000), brosma (5.000), og síðan var restin steinbítur, hvítingur, havtaska og onnur fiskasløg.

Góður túrur
Klakkur, sum hevði størstu nøgdirnar hesaferð, hevði stívliga 40.000 pund av hýsu, 20.000 pund av longu 18.000 pund av brosmu, og síðan høvdu teir eisini nakað av toski, havtasku og øðrum fiskasløgum.
Á Landingarmiðstøðini í Klaksvík siga tey, at Klakkur seldi lastina fyri miðalprísin 15,80 krónur fyri kilo.