Seinnapartin í gjár vórðu fimm løgreglufólk skotin í York County í Pennsylvania í USA, tá løgreglan skuldi fremja eini handtøkuboð.
Tað veit tíðindastovan, NBC News, at siga.
- Trý av løgreglufólkunum lótu lív, og tvey fingu løstir, upplýsir løgregluovastin, Christopher Paris, sambært Reuters.
Á einum tíðindafundi segði løgregluovastin, at løgreglufólkini vóru á staðnum í samband við eitt kanningararbeiðið sum skuldi gerast.
Christopher Paris vildi ikki fara niður í smálutir við umstøðunum og hendingini, men lýsti støðuna sum valdshendingar í einari familju.
Sambært keldum, sum útlendsku miðlarnir hava skift orð við, tók brotsmaðurin sítt egna lív.
Eitt eygnavitni, sum koyrdi fram við økinum, har hendingin fór fram, sigur við sjónvarpsstøðina, WGAL, at hann hoyrdi eini 30 skot.
- Tað hoyrdust fleiri skot, enn eg dugdi at telja, sigur vitnið.
Guvernørurin í økinum, Josh Shapiro, heitti á fólk í økinum um at fylgja boðunum hjá løgregluni.