VB sendir eingi barna- og ungdómslið við Galaxy

Vágs Bóltfelag hevur boðað foreldrum frá, at so leingi sum Galaxy røkir Suðuroyarleiðina fara eingi barna- og ungdómslið av oynni til kappingar ella tiltøk

Tað sigur nevndin í VB í fráboðan til leikarar, foreldur og limir.

Tey skivara soleiðis í fráboðanini:

 

Góðu leikarar, foreldur og limir

Nevndin í VB hevur tikið eina avgerð, sum verður galdandi, meðan Galaxy røkir Suðuroyarleiðina.

Vegna hendingina 1. september, myndir, útsagnir oghandfaringina av hesum álvarsliga máli og teir trygdarspurningar, sum hetta heur við sær, hava vit avgjørt, at eingi bara- og ungdómslið hjá VB fara av oynni til kappingar ella tiltøk, meðan Galaxy siglir.

Hetta gera vit, tí vit vilja seta trygdina hjá børnum, ungum, venjarum og foreldrum fremst.

Vit vóna, at tit øll skilja hesa avgerðina og standa saman við okkum um at seta trygdina hjá okkara børnum og ungdómi fyrst.

 

Nevndin í VB