Fimm lond viðurkenna Palestina

Nú hava fimm lond í Suðuramerika alment boðað frá, at tey viðurkenna Palestina sum sjálvstøðugt ríki. Brasil, Bolivia, Argentina og Uruguay kunngjørdu herfyri, at tey viðurkenna palestinska ríkið, og nú á jólum hevur Ekvador gjørt tað sama.

Forsetin í Ekvador, Rafael Correa, skrivaði tollaksmessudag undir eitt skjal, sum staðgestir, at landið viðurkennir Palestina sum eitt frælst og óheft ríki innan fyri markið, sum var galdandi undan krígnum í 1967, tá Ísrael hersetti Eystur-Jerusalem, Vestara Áarbakka og Gazageiran.

Í kunngerðini frá Ekvador stendur, at viðurkenningin er kjølfest í tí rættvísa ynskinum hjá palestinska fólkinum um at liva í egnum ríki.