Fimm nýggir HSF filmar

Í sambandi við 40-ára føðingardagin hjá HSF í ár, hevur HSF latið framleiða fimm styttri filmar

Í sambandi við 40-ára føðingardagin hjá Hondbóltssambandinum í ár, hevur HSF latið framleiða fimm styttri filmar, sum lýsa søguna, núverandi virksemi og framtíðarætlanir hjá HSF.

Fyrsti filmurin hevur yvirskriftina “Hondbóltur kring alt landið” og greiðir frá, at Hondbóltssambandið hevur sum mál, at hondbóltur skal spælast so nógvastaðni kring landið sum gjørligt, og at øll feløg skulu hava dygdargóðar venjingar.

Higartil eru tríggir filmar lagdir út. Fyrsti filmurin hevur yvirskriftina “Hondbóltur kring alt landið” og greiðir frá, at Hondbóltssambandið hevur sum mál, at hondbóltur skal spælast so nógvastaðni kring landið sum gjørligt, og at øll feløg skulu hava dygdargóðar venjingar.

##med2##

Annar filmurin í røðini “HSF 40 ár” hevur heitið “Leikaramenningin”. Ein týðandi táttur í arbeiðinum hjá hondbóltssambandinum at flyta føroyskan hondbólt framá er at savna ungar spælarar til servenjingar.

Spælarar úr øllum landinum verða tí javnan savnaðir til venjingar at menna hugburð, arbeiðssemi og ídni. Leikaramenningin er skipað eftir tí føroyska leistinum, sum hondbóltssambandið hevur orðað til tess at menna hondbóltsspælið á miðvísan hátt. Tann føroyski leisturin miðar eftir at menna teknisku, taktisku, sosialu, sálarligu og kropsligu førleikarnar hjá spælarunum.

##med3##

Triði filmurin í røðini “HSF 40 ár” hevur heitið “Landsliðini”. Hondbóltssambandið hevur síðan 2014 lagt stóran dent á at menna landsliðsarbeiðið. Føroyar hava landslið hjá gentum og dreingjum í øllum árgangum frá U16 til U21. Avrikini seinnu árini hava fleiri ferðir verið framúr góð.

Málið hjá Hondbóltssambandinum er, at føroysku landsliðini støðugt skulu bjóða teimum bestu i heiminum av. Tá landsliðsarbeiðið var óregluligt, tóktist hetta málið veruleikafjart, men avrikini seinnu árini prógva, at tað ber til. Skal komast longri fram á leið, krevst kortini, at landsliðini spæla uppaftur fleiri dystir enn nú.

##med4##