Fimm nýggj í Tórshavnar býráð

Stórar broytingar vóru í Tórshavnar býráð á kommunuvalinum í gjár. Javnaðarflokkurin var stóri vinnarin við 9,2 prosentum í framgongd, meðan Fólkaflokkurin var størsti taparin við 6,23 prosentum í afturgongd

Úrslitið av býráðsvalinum í Havn passaði væl til tær veljarakanningar, sum Gallup Føroyar gjørdi framman undan valinum. Javnaðarflokkurin stóð í øllum trimum kanningunum til stóra framgongd, sum bleiv enn størri, tí eingin av kanningunum spáddi flokkinum at fáa reinan meiriluta.
Broytingarnar er í øllum flokkum uttan Sambandsflokkinum, sum fekk sama umboð valt sum seinast, Annfinn Brekksten á Velbastað, sum hesaferð varð valdur sum klárt nummar eitt við 345 persónligum atkvøðum. Á valinum í 2008, tá Sambandsflokkurin misti tvey umboð, fekk hann 262 atkvøður, meðan Høgni Mikkelsen, sum fall, fekk 259 atkøvður og Beate L. Samuelsen, sum eisini fall, fekk 181.
Fólkaflokkurin má veittra farvæl til tveir býráðslimir. Tann royndasti er Jan Christiasen, sum hevur sitið í Tórshavnar Býráð í samfull 28 ár – hann varð fyrstu ferð valdur í 1984 og hevur sitið síðani. Vagnur Johannesen, sum eisini fall hesaferð, hevur sitið í býráðnum seinasta valskeiðið. Nýggjur á Fólkaflokslistanum er Bogi Andreasen, sum seinasta valskeiðið hevur sitið í býráðnum sum fyrst valdi á Tjóðveldislistanum.
Hjá Tjóðveldinum varð Jógvan Arge hesaferð valdur sum nummar eitt, eins og hann eisini var í 2004. Jógvan Arge fekk 445 atkvøður. Næstvald varð Marin Katrina Frýdal við 415 og nývaldur fyri Tjóðveldi var Jákup Dam í Kollafirði við 307 atkvøðum.
Jákup Símun Simonsen gjørdist hesaferð ov stuttur. Hann hevur sitið í býráðnum seinasta valskeiðið. Hann fekk 205 atkvøður og er nummar fimm á listanum.
Hjá Javnaðarflokkinum er nógv nývald. Tríggjar kvinnur og ein maður eru nývald. Tey eru Bjørghild Djurhuus við 281 atkøvðum, Helena Dam á Neystabø við 200 atkvøðum, Sigrun Mohr við 181 atkøðum og Tróndur Sigurðsson við 177. Afturvald vórðu Heðin Mortensen við 2.637 atkøvðum, Elin Lindenskov við 178 atkvøðum og Halla Samuelsen við 170 aktøvðum.
Tað gekk akkurát ikki hjá Framsókn at fáa umboð valt í býráðið hesaferð. Veljarakanningarnar spáddu flokkinum at fáa um seks prosent og knapt seks prosent, og tað gjørdist júst so, tí flokkurin fekk 5,83 prosent. Flokkinum vantaðu níggju atkøvður í at fáa sjeynda umboðið frá Javnaðarflokkinum. Hevði flokkurin fingið hesar níggju atkvøðurnar, so æt 13. býráðslimurin í Tórshavnar Býráð ikki Halla Samuelsen men Ruth Vang.
Sjálvstýrisflokkurin hevði hesaferð eitt sera vánaligt val. Flokkurin fekk bara 208 atkvøður og 1,87 prosent. Tað er ein afturgongd upp á 3,43 prosent í mun til seinasta val.
Miðflokkurin fekk eisini aftur hesaferð lítið burtur úr at stilla upp til býráðsvalið. Hann fekk 287 atkvøður og 2,9 prosent, sum er ein lítil afturgongd í mun til seinast upp á 0,32 prosent.
Í nýggja býráðnum í Havn eru fimm nývald fólk og átta, sum eru afturvald. Har sita nú sjey menn og seks kvinnur.