Í tilmælinum um fiskidagar, sum Havstovan hevur latið landsstýrismanninum í fiskivinnumálum, Jacobi Vestergaard, verður støðið tikið í umsitingarætlanini, sum varð løgd fram hin 6. mai í 2019.
Um fiskiskapin eftir toski, hýsu og upsa á landgrunninum í 2021 mælir Havstovan í stuttum til, at tillutaðu fiskidagarnir fyri bólk 2, sum eru lemmatrolarar og partrolarar, verða øktir við fimm prosentum. Hinvegin mælir stovnurin til, at fiskidagarnir fyri bólk 3-5 (lína, snella og trol á landleiðini) verða skerdir við fimm prosentum.
Umsitingarætlanin, sum Havstovan vísir til, byggir eitt nú á eina veiðireglu, ið hevur sum mál at halda gýtingarstovnarnar oman fyri ávís minstumørk og annars at halda veiðilutføllum (veiði býtt við fiskibarum fiskastovni) innan fyri ávís mørk.
- Um tað gerst neyðugt at stilla talið á fiskidøgum, verður tað gjørt við júst fimm prosentum hvønn veg. Hetta merkir, vísir Havstovan á, at fiskidagarnir kunnu annaðhvørt minkast við fimm prosentum, vera óbroyttir, ella økjast við fimm prosentum.
Lagt verður aftrat, at umsitingarætlanin væntandi verður send til ICES til eftirmetingar í 2021, har tilvísingarvirðini (mørk fyri veiðilutføll og gýtingarstovnar) verða viðgjørd. Tá ICES síðan hevur mett umsitingarætlanina at vera burðardygga, kemur altjóða stovnurin at ráðgeva sambært henni í framtíðini.
- Júst í ár er eitt ósamsvar millum ráðgevingina hjá Havstovuni og ICES, tí Havstovan hevur brúkt fyribils umsitingarætlanina sum grundarlag, meðan ICES hevur brúkt regluna um størstu varandi veiði sum grundarlag fyri sínari ráðgeving, sigur Havstovan á sínari heimasíðu.