Fimm ár síðani ÍF á heimavølli basti TB

Tveir av útlendsku spælarunum hjá TB eru á beinkinum

Síðstu árini hevur ÍF havt ilt við at vinna fulla úrtøku, tá ið TB hevur verið gestur í Fuglafirði.

Tað eru fimm ár síðani, at ÍF vann 2-0 ímóti TB í Fløtugerði. Síðani tá hevur TB – onkuntíð hevur TB verið við til at manna felagslið í Suðuroy – verið fýra ferðir í Fløtugerði. Tríggjar ferðir er tað endað javnt, og í 2017 vann TB 4-0.

Kári J. á Høvdanum er dómari í Fuglafirði ídag. Hjálpardómarar eru Jørleif Djurhuus og Jón Marni Johannesen.

Hjá ÍF er Karl Løkin tøkur aftur eftir leikbann, og hann er á miðvøllinum. Dánjal á Lakjuni hevur verið skaddur, og hann er á beinkinum.

Hjá TB er Eirikur M. Ellendersen tøkur aftur, eftir at í fleiri vikur hevur verið illa darvaður av skaða í mjødnini. Eirikur er á beinkinum saman við m. a. tveimum av útlendsku spælarunum – Musah Armah og Samudeen Musah.

ÍF: Jákup Nolsøe Olsen – Sjúrður Pauli Nielsen, Jens Joensen, Jan Ó. Ellingsgaard, Andy Ó. Olsen – Hákun Edmundsson, Karl Løkin – Hans Jákup Lervig, Philip Djordjevic, Ari Ó. Ellingsgaard – Uros Stojanov

TB: Frederik Mehder – Rasmus Møller, Sebastian Kroner, Ndende Adama Guéye, Jens Erik Bruhn – John Villi Wøldike Leo, Dánjal Godtfred – Nikolei Johannesen, Rógvi Joensen, Einar Thorsteinsson – Poul Ingason