Fimm sleppa at bjóða hjá SEV

SEV hevur nú valt fimm fyritøkur, sum sleppa við í innbodnu lisitatiónina, har tilboð skulu gevast upp á Eiði 2 verkætlanina Á heimasíðu sínari skrivar SEV, at føroysku byggifeløgini Articon og J&K Petersen eru við sum hvør sín partur av tveimum av teimum innbodnu samtøkunum.

Útbjóðingartilfarið verður sent út í næstu viku, og væntandi verður støða tikin til tey til ta tíð innkomnu tilboðini einaferð í heyst.

Arbeiðið fevnir um at gera ein 8,6 kilometrar langan tunnil við tilhoyrandi áarinntøkum úr Skálagjógv, omanfyri Norðskála, suður til Blásenda, norðanfyri Veðranes.

Eiði 2 Suður er framhald av Eiði 2 Norður, sum verður liðug seint í heyst. Byggifeløgini MT Højgaard og J&K Petersen hava í felag staðið fyri boriarbeiðnum, meðan byggifelagið Kanjon hevur gjørt áarinntøkini.

Eiði 2 Norður kostar umleið 65 mió. kr.